Skip to main content
Vitanarfróðu – Scoped Hero/Navbar
Kom til arbeiðis!

Samla spurningar!

Spurdómar koma fram fyri teg, tá ið tú minst væntar tað. Skriva teir niður, savna teir saman, og lat teir birta tað næsta góða hugskotið!

Spurdómar í skúlahøpi

Hvussu ber til at orða ein góðan spurdóm?

Skrivið niður. Góðir spurdómar kunnu brádliga koma undan kavi: Tá ið tit súkkla, spæla fótbólt ella sita við telduna, tá ið tit eta – ella sova. Havið ein lítlan blokk hjá tykkum – ella telefonina – soleiðis at næstu ferð tit undrast á okkurt, so kunnu tit skriva tað niður.

Savnið spurdómar. Havið eitt stað í skúlastovuni, har tit kunnu savna fleiri spurdómar saman. Tit kunnu skriva á pappír ella brúka funkuna niðast á síðuni. Síðan kunnu tit saman velja besta spurdómin úr rúgvuni.

Veljið eitt evni fyrst. Í kappingini "Ársins Vitanarfróðu" ber til at velja, um tit vilja arbeiða við einum evni, sum tit velja sjálvi. Veljið eitt evni, sum tit halda er serliga spennandi.

Sleppið tykkum undan spurningum, sum eru torførir at gera egnar kanningar av (t.d. er lív á Mars ella hvussu nógv fiskasløg eru til), og spurningum, sum lætt kunnu verða svaraðir við at leita á internetinum ella við at sláa upp í einari bók.

Finnið íblástur frá øðrum

Leitið eftir frágreiðingum frá Vitanarfróðu- og Nysgjerrigper-kappingunum ella øðrum á internetinum.

Farið á undranarveiðu

Farið á undranarveiðu eftir tingum, sum eru løgin, eftir onkrum, sum tit ikki skilja – sum tit undrast á.

Við spurdóms-makaranum kunnu tit goyma ella prenta spurningar. Minst til: Býttir spurningar eru ikki til!
Spurningar Notepad
    Random Spurning
    Hví minnast vit ikki allar dreymar, sum vit droyma?