• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Skúlaárið 2015/2016

 

Eysturskúlin

Mánadagin 18. januar 2016

Týsdagin 1. mars 2016

Stað: Eysturskúlin

Tíð: 09:00 - 16:00

 

Hoyvíkar skúli

Týsdagin 19. januar 2016

Mánadagin 29. februar 2016

Stað: Hoyvíkar skúli

Tíð: 09:00 - 16:00

 

Sandoyar meginskúli

Skúlin á Giljanesi

Mikudagin 20. januar 2016

Mikudagin 2. mars 2016

Stað: Føroya læraraskúli

Tíð: 09:00 - 16:00

 

Fuglafjarðar skúli

Stranda skúli

Hósdagin 21. januar 2016

Fríggjadagin 4. mars 2016

Stað: Fuglafjarðar skúli (fyrra dagin)

Stað: Stranda skúli (seinna dagin)

Tíð: 09:00 - 16:00 (fyrra dagin)

Tíð: 08:00 - 15:00 (seinna dagin)

 

Runavíkar skúli

Fríggjadagin 22. januar 2016

Týsdagin 8. mars 2016

Stað: Skúlin við Løkin

Tíð: 09:00 - 16:00

 

Skúlin við Løgmannabreyt

Mánadagin 25. januar 2016

Hósdagin 3. mars 2016

Stað: Skúlin við Løgmannabreyt

Tíð: 09.00 - 16:00

 

Skúlin í Eystur kommunu

Sørvágs skúli

Týsdagin 26. januar 2016

Mikudagin 9. mars 2016

Stað: Nám (fyrra dagin)

Stað: Leirvíkar skúli (seinna dagin)

Tíð: 09:00 - 16:00

 

 

Floksleiðsla

 

Um skeiðið

Dugnaligi lærarin dugir bæði at miðla innihaldið í sínari lærugrein og at vera ein greiður leiðari í flokshølinum – bæði hava stóran týdning, tá ið tað ræður um læring og trivnað hjá næmingunum. Harumframt er tað sera týdningarmikið at kunnu skapa sambond (relatiónir). Alt hetta er at lesa í frágreiðing frá Dansk Clearinghouse for Uddannelsesforskning.

Skeiðið tekur støði í hesari frágreiðing, men eisini í nýggjari gransking um m.a. afturboðan (feedback) og greiðar vónir til næmingarnar. 
Tað snýr seg um, at næmingurin verður eggjaður at læra, samstundis sum lærarin er greiður og setir karmarnar fyri felagsskapin.

Á skeiðinum fáa luttakararnir nógv ítøkilig amboð. Høvi verður eisini at hugsa um egna undirvísing og at kjakast við starvsfelagar.

Teir báðar skeiðsdagarnar nema vit við fleiri síður av ’floksleiðsluni’, m.a.

 

  • undirvísingarleiðslu

tímabygnað, greiðar karmar, fjølbroytni,  næmingalaging, háttaløg, næmingavirksemi

  • læringarleiðslu

greið mál, einstaklingsmál, eftirmeting og afturboðan (feed-back), stuðul í læritilgongdum

  • atferðarleiðslu

reglur og vanar, fysiska læriumhvørvið, boð

  • samstarv

samstarv millum lærarar og næmingar 

 

Endamálið við skeiðinum er, at luttakararnir:

  • fáa innlit í gransking í floksleiðslu
  • duga at nýta týdningarmiklar partar frá skeiðinum til at eggja og fremja læring hjá næmingunum
  • fáa amboð til at seta greiðar karmar um undirvísingina
  • kunnu velja kjarnuøki  í egnari undirvísing, sum skulu broytast - og brúka hesi í dagliga arbeiðinum
  • eru tilvitað um, hvussu týdningarmikið samstarv er fyri, at næmingarnir kunnu læra

 

Skeiðssnið
Á skeiðinum verður skift millum upplegg, orðaskifti millum luttakarar og við samstarvs-partnarar, hugleiðingar um uppleggini umframt royndir við venjingum, sum kunnu verða nýtt í egnari undirvísing.

Skeiðshaldari: Mette Stange

 

Mette Stange er fødd í 1970 og eigari og ráðgevi í MEBO-Consult.

Fólkaskúlalærari frá Jelling Seminarium 2001. Linjugreinar: týskt og danskt.

Lærari í Erritsø Centralskole frá 2001 – 2012. Skúlaárið 2014-2015 tímalærari í týskum á Nordagerskolen í Ringe.

Master í ’Læreprocesser’ við sergrein í broytingarleiðslu (2015). PD í verkætlanarleiðslu og stovnsmenning (2010). Námsráðgevi på UCL, 2008-2011.

Hevur skrivað bókina Cooperative Learning og klasseledelse, Dafolo 2012.

Hevur skrivað nógvar greinir um floksleiðslu og Cooperative Learning, m.a. í 'Sproglæreren', 'Skolestart' og 'Liv i Skolen'.

Hevur tikið modul 1 og 2 í ’Systemisk Ledelses- og konsulentkursus’ í UCL. Hevur undirvíst á nógvum skeiðum í Cooperative Learning og floksleiðslu o.ø.

Leiðsluútbúgving í Dansk Supermarked 1994 – 1996.

www.mebo-consult.dk

 

Skúlaárið 2015/2016

 

Haraldssunds skúli

Húsa/Syðradals skúli

Kaldbaks skúli

Kvívíkar skúli

Kunoyar skúli

Mykines skúli

Nólsoyar skúli

Oyndarfjarðar skúli

Skálavíkar skúli

Skopunar skúli

Skúlin á Fossanesi

Skúlin við Áir

Viðarreiðis skúli

Mikudagin 27. januar 2016

Hósdagin 10. mars 2016

Stað: Føroya læraraskúli

Tíð: 09:00 - 16:00 (fyrra dagin)

Tíð: 09:30 - 16:30 (seinna dagin)

 

Eiðis skúli

Frískúlin Keldan

Frískúlin í Havn

Sands skúli

Skála skúli

Hósdagin 28. januar 2016

Fríggjadagin 11. mars 2016

Stað: Føroya læraraskúli

Tíð: 09:30 - 16:30 (fyrra dagin)

Tíð: 08:00 - 15:00 (seinna dagin)

 

Tofta skúli

Vestmanna skúli

Fríggjadagin 29. januar 2016

Mánadagin 7. mars 2016

Stað: Nám (fyrra dagin)

Stað: Føroya lærarafelag (seinna dagin)

Tíð: 09:00 - 16:00

 

Skúlaárið 2016/2017

 

Ætlan fyri skúlaárið 2016/2017 

Fyrispurningar

 

Fyrispurningar um skeiðið kunnu sendast til Solveig Debess á solveig@(if you can see this please update your browser)nam.fo ella á 555157

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017