Nam-skeiðsfaldari - Vár 2014 - page 3

SKEIÐSSKRÁ – VÁRIÐ 2014
3
SKEIÐ
Permumynd: Skúlabólkur vitjar í Námi
Myndatøka: Birgir Kruse
Útgáva: Nám
©Nám - november 2014
Í fororðunum til skeiðsfaldaran fyri heystið 2013 varð nevndur trupulleikin við teimum mongu av­
boðunum, ið seinastu árini eru komin til skeiðini, tá ið líður út á várhálvuna. Tí vórðu skeiðini býtt
sundur í heyst- og vár­umfar, og eru í hesum faldara tilboð um skeið til várhálv­una 2014.
Fyri várhálvuna eru lýst 9 skeið umframt eitt, ið er lýst fyri námsfrøðingar. Vón okkara er, at
skeiðini fara at geva lærarum hjálp, vegleiðing og íblástur á ymsum økjum.
Reglur
Leiðreglurnar fyri at tekna seg til skeið eru, at tað er skúlaleiðslan, ið teknar allar lærarar­nar
í ein­
um
til øll tey ynsktu skeiðini. Soleiðis tryggja vit okkum, at tað er leiðslan, ið viðmælir, og at hon
fylgir við, hvør fer á skeið og nær. Tað lættir eisini munandi um innanhýsis arbeiðið hjá okkum, at
allar skeiðstekningar frá einum skúla koma í senn, ið aftur virkar fyri einum skjótari aftursvari.
Reglur annars um skeiðsluttøku, ábyrgd, samskifti, ferðaendurgjald, fráboðan o.a. eru at finna á
heima­síðu okkara
.
Tekning og tekningarfreist
Í Námi kunnu vit staðfesta, at skeiðstekningin til heystumfarið gekk væl. Við tí verður heitt á skúla­
leiðslur at taka málið um várskeiðini upp við lærarar beinanvegin og fáa teir at umráða seg og seta
fram síni ynski. Skeiðstekning verður send Námi við posti ella umvegis teldu­post
.
Gevið gætur, at Nám ikki longur hevur telefax.
Tekningarfreistin er týsdagin 10. desember 2013.
Tekningarskjal verður heintað á heimasíðu okkara
– vár 2014/Tekningarskjal.
Málið er, at skeiðsfráboðanir vera á skúlunum, tá byrjað verður aftur 6. januar – fyrsta skeiðið er
tann 21. januar.
Við vón um góða undirtøku síggja vit í Námi fram ímóti seinnu helvt av skúlaárinum – ikki minst
teimum hugna­ligu løtunum saman við tykkum, ið koma á skeiðini.
Vinaliga
NÁM
Magnus Tausen
Væl komin á skeið í Námi!
– várið 2014
1,2 4,5,6,7,8,9,10,11,12
Powered by FlippingBook