SKEIÐSSKRÁ – VÁRIÐ 2014
5
Endamál:
At læra at brúka modellið í gerand
isdegnum. Meira um modellið á
lp-modellen.dk/.
Innihald:
Fyrsti skeiðsdagur:
• Ljós verður varpað á LP-modellið og nýtsl
una av honum.
• Hugt verður eftir, hvussu hesin arbeiðshátt
ur kann vera eitt amboð í einum avbjóðandi
gerandisdegi í skúlanum. Skeiðsluttakarar
verða settir í bólkar og skulu velja, hvønn
trupulleika teir vilja arbeiða við.
Annar skeiðsdagur:
• Skeiðsluttakarar skulu í bólkum seta trupul
leikan, tey hava valt at arbeiða við, inn í
LP-modellið og byrja at arbeiða skipað við
trupulleikanum.
• Undirvísarin gongur millum bólkarnar og
leggur lag á, hvussu farast skal fram.
Í tíðini millum 2. og 3. skeiðsdag skulu luttak
ararnir arbeiða í skúlanum við tí trupulleika
num, teir hava valt at varpa ljós á. Arbeitt verð
ur skipað eftir LP-modellinum.
Triði skeiðsdagur:
• Tikið verður saman um í sambandi við tað
arbeiði, hvør einstakur bólkur hevur tikist
við, síðan skeiðið byrjaði.
• Tosað verður um tær royndir, luttakarar
hava gjørt í sambandi við LP-modellið.
• Luttakarar kunnu fáa hjálp til at orða nýggj
an arbeiðssetning, um tørvur er á tí.
LP-modellið
Nr. 1314-19
- læriumhvørvi og námsfrøðilig
greining
Skeiðssnið:
Upplegg og bólkaarbeiði. Í bólk
unum skulu lærarar frá sama skúla arbeiða
saman.
Málbólkur:
Lærarar í fólkaskúlanum. Mælt
verður til, at tað í minsta lagi eru fýra skeiðs
luttakarar frá sama skúla. Hetta tí teir skulu
arbeiða miðvíst við ávísum arbeiðssetningi í
tíðini millum 2. og 3. skeiðsdag.
Undirvísari:
Marin Elisabeth Poulsen, lærari
í Odder, ið er føroyingur og kennir væl føroysk
skúlaviðurskifti.
Stað/tíð:
Nám
05.-06.02 og 22.04.2014,
kl. 9.00-15.00
18 lektiónir.
Viðmerking:
Áðrenn skeiðið skulu tey, ið tekna seg, orða eitt
stutt skriv um tann trupulleika, tey renna seg í
skúladegnum. Tað kann t.d. vera
hví er ófriður í
flokkinum
?
hví eru ávísir næmingar so tor
førir at arbeiða við
?
hví er so torført at fáa
arbeiðsfrið í flokkunum
? o.s.fr. Gjørd verður
ein einføld lýsing av teirra trupulleika. Hvør
luttakari hevur sína egnu orðing við.