SKEIÐSSKRÁ – VÁRIÐ 2014
7
Nýggju kristnibøkurnar
til 7., 8. og 9. flokk
Nr. 1314-23
Endamál:
At kunna um, hvussu kristnitilfarið í
7., 8. og 9. flokki verður nýtt.
Innihald:
Framløga av tilfarinum og hugtakið
handan bøkurnar, námsætlanin og próvtøka.
Komið verður inn á:
• høvuðstættirnar í kristindóminum
• fremmandan átrúnað
• kristna list
• ymisk tekstasløg
• siðalæru
• samskifti millum lærara og næming
• samskifti næmingar sínámillum.
Skeiðssnið:
Upplegg og orðaskifti. Arbeiða við
smærri uppgávum og próvtøkuspurningum.
Málbólkur:
Tey, ið undirvísa í kristni í nevndu
flokkum.
Undirvísing:
Charlotta Thorsteinsson og
Paulina Andreasen, lærarar.
Stað/tíð:
Nám
27.02.2014, kl. 9.00-15.00
6 lektiónir.
Íblástur til týskttímarnar
Nr. 1314-22
Endamál:
At geva hugskot og íblástur til,
hvussu lærarar í týskum kunnu skapa fjøl
broytta, læruríka og hugvekjandi undirvísing í
eini tilgongd, sum støðugt mennir fakliga støðið
og stimbrar ein virknan leiklut millum næm
ingarnar.
Innihald:
Lærarar fáa innlit í, hvussu teir
kunnu arbeiða við orðatilfeingi, framburði,
tekstfatan og mállæru við amboðum úr Coop
erative Learning, sum serstakliga egna seg til
fremmandamálsundirvísing. Skeiðsluttakarar
fáa eitt skrivligt upprit við ymisku leistunum
at arbeiða eftir og høvi at venja nýggju arbeiðs
hættirnar í skúlahøpi millum skeiðsdagarnar.
Skeiðssnið:
Skeiðið fevnir um tveir dagar við
tveimum mánaðum millumbili. Tað byggir á
framløgu, kjak og praktiskar royndir í bólkum
umframt samanumtøku seinna skeiðsdagin.
Málbólkur:
Allir lærarar, sum undirvísa ella
hava hug at undirvísa í týskum í fólkaskúlanum.
Undirvísing:
Fríða á Skipagøtu, miðnáms
skúlalærari við serritgerð í Cooperative Learn
ing í fremmandamáli.
Stað/tíð:
Nám
07.02. og 09.04.2014, kl. 9.00-15.00
12 lektiónir.
– íblástur frá Cooperative Learning
Gevið gætur:
Les skeiðslýsingarnar gjølla t.d.
• um hvussu skeiðið verður skipað,
• um møgulig førleikakrøv verða sett,
• um luttakarar skulu hava eitthvørt við til skeiðið, ella um eitthvørt skal lesast,
• um hvønn málbólk skeiðið vendir sær til og
• um, hvar og nær tað verður hildið.
Hóast Nám umvegis FirstClass-skipanina sendir út áminning undan skeiðinum, áliggur tað
skúlaleiðslu og luttakara at skráseta og
minnast
skeiðið, tá ið dagurin upprennur. Skeiðstekn
ingin verður roknað sum bindandi. Tí eigur at verða lagt soleiðis til rættis, at luttakari ikki verð
ur settur til ella átekur sær aðra uppgávu teir dagarnar, skeiðið er.