8
SKEIÐSSKRÁ – VÁRIÐ 2014
Fast samband:
Í samráði við Posta verður bílagt tilfar sent skúlum/stovnum og heintað aftur eftir avtalu.
Vanliga verður sent soleiðis:
• Mánadag: Norðuroyggjar, Vágar, Sandoy, Suðuroy, Nólsoy, Hestur, Skúvoy
• Týsdag:
Eysturoy, Streymoy
• Mikudag: Tórshavn.
Bílegging til postsending skal fara fram í góðari tíð – í seinasta lagi dagin fyri avgreiðsludag.
Flokssett og bókakassar, ið ætlanin er at heinta, skulu bíleggjast í seinasta lagi dagin fyri. Filmar
og tilfar úr Kunningarsavninum kann tó lænast við diskin.
Ljóðviðgerð við
forritinum Audacity
Nr. 1314-25
Endamál:
Luttakarar læra at taka upp ljóð og
viðgera ljóð á teldu, soleiðis at ljóðfílur kunnu
brúkast sum eitt amboð í undirvísingini.
Innihald:
Luttakarar læra at gera og viðgera
ljóðfílur við forritinum Audacity, at leita eftir
ljóðbitum á alnetinum og annars at arbeiða
við, hvussu hetta kann brúkast í undirvísingini.
Eisini verður víst á ymisk hjálpiamboð til
konvertering av ljóði og til at taka ljóðbrot av
netinum.
Skeiðssnið:
Undirvísari hevur framløgu og
luttakarar arbeiða sjálvstøðugt.
Málbólkur:
Lærarar í fólkaskúlanum.
Undirvísing:
Heini Nygaard, lærugreinaráð
gevi.
Stað/tíð:
Nám
03.-04.02.2014, kl. 9.00-15.00
12 lektiónir.
Ítøkilig støddfrøði og
talfatan í innskúlingini
Nr. 1314-24
Endamál:
Hugaligt er at leggja aðra undirvís
ing til rættis enn nett hana, bókin leggur upp
til. Atlit skulu tá sjálvsagt takast at umstøðum í
viðkomandi skúla (næmingar, karmar og tilfar).
Av hesi orsøk eru heilt víst nógv ymisk dømi
um, hvussu ein leggur sær støddfrøðina til
rættis – tessvegna fara skeiðsluttakarar ætlandi
heim við ymsum nýtiligum hugskotum.
Innihald:
Løgd verða fram ítøkilig dømi, og
kjakast verður um ymsar vinklar av somu søk
– at
arbeiða ítøkiliga og menna talfatanina
í
innskúlingini.
Skeiðssnið:
Framløga, sjálvstøðugt- og okkurt
bólkaarbeiði.
Málbólkur:
Støddfrøðilærarar/-vegleiðarar og
lærarar við serundirvísing í fólkaskúlanum.
Undirvísing:
Jákup av Skarði, lærari.
Stað/tíð:
Nám
12.03.2014, kl. 9.00-15.00
6 lektiónir.