6
SKEIÐSSKRÁ – VÁRIÐ 2014
Kom og skriva
Endamál:
Luttakarar fáa innlit og royndir í
øðrvísi tilgongdir til skriving, finna og varðveita
gleðina at skriva og fáa amboð at nýta sum part
av frálæruni í øllum skrivligum lærugreinum.
Innihald:
Skeiðið er býtt í tríggjar partar:
1. partur
er skipaður sum felagsskriving, har
øll arbeiða stuttar løtur við avmarkaðum upp
gávum, lesa upp og læra av úrslitunum. At lesa
tekstir upp fyri hvørjum øðrum er ein týdning
armikil partur, sum gevur luttakarum innlit í
fjølbroytni og møguleikar. Vit ganga ígjøgnum
ymsar skriviteknikkir, uppbygging av søgum,
gera persónslýsingar o.a. Luttakarar skriva hvør
sín tekst.
2. partur
er heimaarbeiði. Hildið verður fram
við tekstinum heima, og verður hann sendur
skeiðsleiðaranum til persónligar viðmerkingar.
3. partur
fevnir um framhaldandi arbeiði við
tekstunum í mun til viðmerkingarnar. At enda
verða tekstirnir lisnir upp.
Skeiðssnið:
Luttakarar skriva sjálvir og royna
ástøðina í snarskriving so hvørt. Hvør luttakari
skrivar lítla stuttsøgu og fær persónliga vegleið
ing, soleiðis at eitt endaligt úrslit kemur burt
urúr.
Málbólkur:
Lærarar í miðnámi í øllum máls
ligum lærugreinum eins og lærarar í lærugrein
um, har onnur skrivlig avrik skulu gerast sum
t.d. frágreiðingar og serritgerðir.
Undirvísing:
Rakel Helmsdal, sjálvstøðugt
listafólk, rithøvundur, leikhússtjóri á Karavella
Marionett-Teatri, undirvísari í skriving síðan
2000.
.
Tíð og stað:
Nám
21. og 29.01.2014, kl. 9.00-15.00
12 lektiónir.
Viðmerking:
Snarskriving
ella
HBíG
(halt
blýantinum í gongd) er skriviháttur, sum broyt
ir vanligu fatanina av, hvussu tekstir skulu
skrivast. Eisini gevur hann eitt øðrvísi innlit í
skrivitilgongdina.
Nr. 1314-21
Mentan og náttúra
Nr. 1314-20
Framsýning á Tjóðsavni
Endamál:
• at fáa kunnleika um innihaldið og skipanina
í allari framsýningini,
• at fáa íblástur og hugskot til undirvísingina á
ymsu floksstigunum
• at viðgera, hvussu framsýningin kann
supplera undirvísingina
• at menna samstarv millum skúlatænastuna á
Tjóðsavni og fólkaskúlan
• vísa á tilfarsdeplar.
Innihald:
• felags kunning, skipanin og uppbýti av
framsýningini
• rundvísing, tema og evnisbýti
• nýtsla av kunningartøkni í framsýningini
• framløga um námsfrøðiligt tilfar og
uppgávur
• atgongd til ískoytis- og kunnandi tilfar
• hugskot og kjak um brúk av Tjóðsavni í
skúlahøpi.
Skeiðssnið:
Felags frágreiðing, rundvísing,
bólkaarbeiði og kjak.
Málbólkur:
Fólkaskúlalærarar.
Undirvísing:
Palli Askham og Regin Debess,
savnslærarar á Søvnum Landsins.
Stað/tíð:
Tjóðsavn, Brekkutún 6, Hoyvík
11.03.2014, kl. 9.00-15.00
6 lektiónir.