Nam-skeiðsfaldari - Vár 2014 - page 9

SKEIÐSSKRÁ – VÁRIÐ 2014
9
Grundskeið í mynda- og
lýsingagreining
Nr. 1314-26
Endamál:
Endamálið við skeiðinum er
at geva luttakarum grundleggjandi innlit í
myndabygnað, og hvussu hesin verður nýttur
til at skapa ein boð­skap í myndini. Tað sama
ger seg galdandi innan lýsingar, har luttakarin
fær vitan um, hvørji amboð verða nýtt fyri at
fáa lýsingaboðskapin fram. Luttakarin fær
innlit í ymisk sløg av lýs­ing­um eins og tikið
verður í styrkirnar og veik­leikarnar hjá ymsu
miðlunum, lýst verður í.
Innihald:
Myndir fáa alsamt størri týdning í
miðlarúminum – bæði tí at møguleikin er størri
fyri útbreiðslu, men eisini tí at alsamt fleiri fólk
– serstakliga børn og ung – sjálvi fáa at­gongd til
amboð til myndatøku og -viðgerð. Í kjalarvørri­
num á myndunum koma lýsingar – bæði sum
myndir, men eisini sum sjónvarpslýsingar og
lýsingar gjørdar serstakt til nýggju miðlarnar
við børnum og ungum í huga.
Myndagreining
Í hesum sambandi verður arbeitt við
• bygnaði, so sum rørslu, dýpd, javnvág
• litum og litavali
• týdningi og hjátýdningi
• avsendara- og móttakaraboðskapi.
Lýsingagreining
Til lýsingagreining verða nýtt nøkur av somu
amboðunum, sum nýtt vórðu til mynda­grein­ing,
umframt at arbeitt verður við spurningum sum
• hvat er ein lýsing
• hví nýta vit lýsingar
• hvat vil ein lýsing
• lýsingapróvførsla
• ymisk lýsingasløg.
Skeiðssnið:
Undirvísingin er skipað við upp­
leggum og fleiri einstaklinga- og bólka­upp­gáv­
um.
Fyrireiking:
Nakað av lýsingatilfari verður
savnað saman at greina á skeiðinum.
Málbólkur:
Fólkaskúla- og miðnáms­skúla­
lærarar.
Undirvísing:
Elin Michelsen. Korres­pon­dent­
ur í enskum. Margmiðlasniðgevi. Master í tvør­
miðlasamskifti. Fyrrverandi lýsingaráðgevi.
Stað/tíð:
Nám
06.-07.03.2014, kl. 9.00-15.00
12 lektiónir.
Gevið gætur:
Fyri skeið hjá Námi er skipanin tann, at øll skeiðstekning skal
• vera í samráð og við viðmæli frá skúlaleiðslu
• vera skrivað á skeiðsskjal, ið kann takast niður frá heimasíðuni
og
• í einum
verða send Námi við posti ella umvegis teldu­post
• Tekningar­freistin er týsdagin 10. desember 2013
.
Gjørt verður vart við, at Nám ikki longur hevur telefax.
1,2,3,4,5,6,7,8 10,11,12
Powered by FlippingBook