Eg skrivi 7 - page 98

98
Á bls. 78-79 verða kvennkynsorð fall-
bend. Her eigur lærarin aftur at vísa
næmingunum á, at veika bendingin
broytist lítið í eintali, orðini enda við a í
hvørfalli og u í hinum føllunum. Hetta er
eisini ein regla, næmingarnir eiga at
minnast.
Sterkt benda kvennkynsorðið er eins í
trimum teimum fyrstu føllunum og end-
ar við -ar í hvørsfalli. Kennkynsorð fáa
onkuntíð eisini ljóðskifti, men tey duga
næmingarnir sum oftast at hoyra.
Á bls. 79-81 verður arbeitt við at fall-
benda hvørkikynsorð. Í uppgávuni á bls.
79 skulu næmingarnir finna hvørkikyns-
orð í eini orðagátu og býta tey sundur í
tveir bólkar: tey hvørkikynsorð, ið enda
við a og tey, ið ikki enda við a. Henda
uppbýtingin er ikki tilvildarlig, tí tá ið tey
hava býtt orðini í hesar bólkar, so hava
tey samstundis funnið tey veikt bendu
hvørkikynsorðini – tað eru tey, sum enda
við a – og tey sterkt bendu hvørkikyns-
orðini – tað eru øll hini.
Næmingarnir skulu benda tvey veikt
bend hvørkikynsorð í felag. Her skulu
teir helst leggja sær í geyma, at orðið eitur
líka í øllum føllum í eintali. Síðan skulu
næmingarnir sjálvir benda tvey veikt
bend hvørkikynsorð.
Sterkt bendu hvørkikynsorðini broytast
meira í eintali. Næmingarnir spyrja til
føllini og skulu helst minnast, at sterkt
bend hvørkikynsorð enda við s í hvørs-
fall.
Tað eru sostatt nakrar reglur, ið eru góð-
ar hjá næmingunum at minnast í sam-
band við fallbending av navnorðum.
Hvørsfall fleirtal endar altíð við a
Veikt bend navnorð broytast lítið í ein-
tali: kallkyn – i, a, a, a, hvennkyn – a, u, u,
u og hvørkikyn endar við a í øllum føll-
um.
Sterkt bend navnorð broytast meira í
eintali. Kallkynsorð hava hvørsfalsend-
ingina s ella ar alt eftir, hvør fleirtalsend-
ingin í hvørfalli er, kvennkynsorð hava
endingina ar í hvørsfalli og hvørkikyns-
orð enda við s í hvørsfalli.
Síða 82-87
Næmingarnir hava frammanfyri fallbent
navnorð óbundin. Nú skulu teir benda
navnorðini bundin.
Tað er av týdningi, at næmingarnir
skilja, at bundna navnorðið fær knýtt
ending aftur at sær.
Bátur verður bent í felag, óbundið og
bundið, og næmingarnir skulu so sjálvir
benda tvey orð.
Í uppgávuni niðast á bls. 82 og ovast á
bls. 83 skulu næmingarnir duga at síggja,
um orð eru óbundin ella bundin.
Arbeitt verður við kvennkyns- og
hvørkikynsorðum á sama hátt sum við
kallkynsorðunum. Enn einaferð eiga
næmingarnir at verða mintir á, at bundin
hvørkikynsorð í hvør- og hvønnfallið ein-
tali enda við ð.
Á bls. 86 verða trý veikt bend navnorð
bend í tali og føllum, óbundin og bundin.
Til ber at lata næmingarnar skriva bend-
ingarnar í eitt hefti.
Næmingarnir skulu síðan finna trý
navnorð í einum kassa og benda tey á
sama hátt.
Ovara uppgávan á bls. 87 er ein inn-
setingaruppgáva og niðara er ein kross-
orðagáta, ið einki hevur við óbundin og
bundin navnorð at gera. Ikki er neyðugt,
at allir næmingarnir loysa hesa uppgáv-
una.
I...,88,89,90,91,92,93,94,95,96,97 99,100
Powered by FlippingBook