Eg skrivi 7 - page 95

95
irnir oman fyri orðunum niðureftir skulu
setast í fyrru talvuna, og bókstavirnir
framman fyri orðini í seinnu talvuna.
Síða 36-38
Á bls. 36 er fyrisøgn, sum leggur serligan
dent á sernøvn og sagnorð í tátíðar lýs-
ingarhátti. Lærarin lesur fyrisøgnina fyri
næmingunum og minnir teir á, at ser-
nøvn verða skrivað við stórum bókstavi,
og at sagnorð í tátíðar lýsingarhátti enda
við ð aftan á sjálvljóð. Uppgávurnar
verða loystar, áðrenn fyrisøgnin verður
skrivað. Dentur eigur at verða lagdur á,
at orðini í fyrireikingaruppgávunum
verða rætt stavað.
Á bls. 38 er eykauppgáva við loysnini
Robinson. Næmingarnir skulu broyta
fyrsta bókstavin og seta annan í staðin.
Orðið er sagnorð og skal aftan á broyting-
ina framvegis vera sagnorð. Í summum
orðum eru fleiri møguleikar, t.d. leypa,
keypa og reypa og vita, gita, sita og tita.
Her mugu næmingarnir vita, at loysanar-
orðið skal verða eitt ávíst orð, og tí mugu
teir royna at finna fram til júst teir røttu
bókstavirnar.
Síða 39-45
Skrínið er endurtøka av tí, ið næmingar-
nir áður hava arbeitt við. Tí eiga næming-
arnir at arbeiða við Skríninum sjálv-
støðugt.
Síða 46-53
Hesin parturin er ein sonevnd postarenn-
ing. Næmingarnir skulu loysa nakrar
uppgávur til tess at finna rætta loysanar-
orðið. Hvør uppgáva hevur sítt loysanar-
orð, sum næmingurin finnur á myndini á
bls. 46. Bókstavurin, næmingurin skal
finna til hvørja uppgávu, er tann, ið
stendur við rætta loysanarorðið á mynd-
ini. Seinast í uppgávuni skulu næmingar-
nir seta bókstavirnar í hvørjari uppgávu
saman. Loysanarorðið er stjørna.
Oman fyri hesar bókstavirnar er upp-
gáva, har øll loysanarorðini verða sett
inn. Tá bókstavirnir, har tølini eru, verða
sett rætt saman, fáa næmingarnir orðið
skattajakt.
Síða 54-58
Fyrisøgnin á bls. 54 er søgd í 1. persóni.
Hon verður lisin upp, og næmingarnir
skulu finna øll sagnorðini, sum standa í 1.
persóni í nútíð. Lærarin minnir næming-
arnar á, at hesi sagnorðini altíð enda við
–i. Somuleiðis eigur hann at minna næm-
ingarnar á, at 1. persónur í eintali er eg.
Næmingarnir seta fyrst striku undir
sagnorðini og seta tey síðan í talvuna á
bls. 55, bæði í nútíð og tátíð.
Tosað verður um nútíðarendingarnar
–ir og –ur. Her er helst lættast at minnast
ta reglu, at sagnorð við ljóðskifti enda við
–ur og onkuntíð bara við -r, meðan hini
enda við –ir ella –ar. Av tí at næmingarnir
nú ganga í 6.-7. flokki, eigur eisini at
verða nomið við, at sagnorð eru sterkt
ella veikt bend, og at hetta ikki hevur
nakað sum so við nútíðarendingina at
gera. Greiðast er helst at siga, at sterkt
bendu sagnorðini onga ending hava í
tátíð, meðan øll hini eru veikt bend.
Á bls. 56 sleppa næmingarnir at royna
at skriva somu sagnorðini í nútíð í 3. per-
sóni. Lærarin minnir næmingarnar á, at 3.
persónur í eintali er hann, hon ella tað,
áðrenn uppgávan verður gjørd.
Lærarin eigur at hyggja eftir, at nútíðar-
endingarnar á sagnorðunum eru rættar
fyri at vita, um næmingarnir hava skilt
hetta við nútíðarendingunum. Til ber eis-
I...,85,86,87,88,89,90,91,92,93,94 96,97,98,99,100
Powered by FlippingBook