Eg skrivi 7 - page 94

94
Á bls. 19 er fyrisøgn. Hon verður lisin
upp í flokkinum, og uppgávurnar verða
gjørdar, áðrenn fyrisøgnin verður skriv-
að. Dentur eigur at verða lagdur á, at orð-
ini í fyrireikingaruppgávunum verða rætt
stavað.
Síða 21-23
Á hesum síðum verður arbeitt við óbund-
na og bundna kenniorðinum. Kenniorð-
ini verða bend í føllum og sett saman við
navnorðum.
Á bls. 21 er ein brúgv við ymiskum
navnorðum á. Lærari og næmingar
kunnu práta um, hvat er á brúnni og siga
orðini saman við óbunda kenniorðinum
ein/eitt. Til ber síðan at biðja næmingar-
nar siga somu orð enn einaferð, men hesa
ferð skulu teir seta bundna kenniorðið
hin/hitt frammanfyri. Lærarin kann í
hesum viðfangi vísa næmingunum á, at
navnorðini broytast alt eftir, hvat av
hesum báðum kenniorðum verður sett
frammanfyri. Til ber eisini at práta um,
hvussu tey broytast.
Lærarin greiðir næmingunum frá
óbundna og bundna kenniorðinum. Tey
verða bend í føllum á bls. 21 og 22. Lær-
arin velur, um hann bert vísir næming-
unum á, at kenniorðini broytast eftir fall-
inum, ella hann letur næmingarnar
skriva bendingarnar í eitt hefti.
Á bls. 22 og 23 eru uppgávur, har kenni-
orðini skulu setast inn í tekst, rætt bend,
og niðast á bls. 23 skulu næmingarnir seta
kenniorðini saman við navnorðum. Lær-
arin eigur at biðja næmingar um at velja
navnorð innan øll trý kynini.
Síða 24-26
Í hesum partinum kemur boðsháttur fyri
fyri fyrstu ferð. Boðshátturin í eintali
verður vístur í mannagongdini í eini
matuppskrift. Sagnorðini standa øll í
boðshátti eintali. Næmingarnir læra, at
boðsháttur í fleirtali altíð endar við ð, og
teir skulu síðan broyta mannagongdina,
so hon stendur í boðshátti í fleirtali.
Á bls. 26 er ein fyrisøgn, har dentur
verður lagdur á sagnorð í tátíðar lýsing-
arhátti og í boðshátti. Lærarin eigur at
minna næmingarnar á, at sagnorð í tátíð-
ar lýsingarhátti enda við ð aftan á sjálv-
ljóð, og at boðsháttur í fleirtali altíð endar
við ð.
Fyrisøgnin verður lisin upp, og upp-
gávurnar gjørdar, áðrenn fyrisøgnin verð-
ur skrivað. Dentur eigur at verða lagdur
á, at orðini í fyrireikingaruppgávunum
verða rætt stavað.
Síða 27-31
Uppgávurnar í hesum partinum snúgva
seg um at finna umsøgn, grundlið, seta
komma og punktum. Onkustaðni skulu
næmingarnir sjálvir skriva setningarnar,
aðra staðni eru setningarnir givnir. Upp-
gávurnar hava loysanarorð, og loysanar-
orðið gevur bert eina meining, um upp-
gávan er rætt loyst.
Síða 32-34
Á bls. 32 er ein aftursøgn. Lærarin lesur
aftursøgnina tvær ferðir fyri næmingun-
um. Síðan ber til at práta um innihaldið.
Hetta fyri at minnast tað betur, og lykla-
orð, sum hava týdning fyri innihaldið í
søguni, verða skrivað. Lærarin lesur aft-
ursøgnina eina ferð afturat. Síðan skriva
næmingarnir aftursøgnina, soleiðis sum
teir minnast hana. Teir mugu ikki hyggja
í tekstin, men kunnu nýta lyklaorðini til
hjálp.
Á bls. 34 er ein eykauppgáva. Bókstav-
I...,84,85,86,87,88,89,90,91,92,93 95,96,97,98,99,100
Powered by FlippingBook