Eg skrivi 7 - page 96

96
ini at taka uppgávuna ígjøgnum í felag, tá
allir næmingarnir hava gjørt hana.
Uppgávurnar til fyrisøgnina eiga allar
at verða gjørdar, áðrenn fyrisøgnin verð-
ur skrivað, og dentur eigur at verða lagd-
ur á, at orðini í fyrireikingaruppgávunum
verða rætt stavað.
Uppgávan á bls. 58 er eykauppgáva, og
tað er upp til læraran, um allir næmingar
skulu loysa hana ella ikki.
Síða 59-61
Á bls. 59 er ein fyrisøgn. Hon verður lisin
upp, áðrenn uppgávurnar til fyrisøgnina
verða loystar. Fyrireikingaruppgávurnar
eiga at verða gjørdar, áðrenn fyrisøgnin
verður skrivað, og dentur eigur at verða
lagdur á, at orðini í fyrireikingarfyrisøgn-
ini eru rætt stavað.
Síða 62-64
Í hesum partinum verður tikið aftur í
aftur navnorð. Næmingarnir býta navn-
orðini sundur eftir kyni og skriva navn-
orð í eintali og fleirtali. Av tí at næming-
arnir hava arbeitt so nógv við navnorð-
um, eiga teir at kunna loysa hesar upp-
gávur sjálvstøðugt.
Hesin parturin snýr seg um óbundin og
bundin navnorð. Lagt verður upp til at
tosa um hetta út frá myndarøðini á bls.
65.
Á bls. 66 skulu næmingarnir finna
navnorð í eini orðagátu og býta tey sund-
ur eftir kyni. Næmingarnir eiga nú als
ikki at ivast í, hvørji orð eru navnorð og at
flokka hesi eftir kyni. Tá næmingarnir
hava funnið nøkur navnorð og býtt tey
eftir kyni, skulu teir velja 9 teirra og
skriva tey í eintal og fleirtal. Best er, um
næmingarnir velja navnorð í øllum trim-
um kynum. Lærarin eigur at minna
næmingarnar á, at bundin hvørkikynsorð
enda við ð í hvør- og hvønnfalli í eintali.
Á bls. 68 er ein orðagáta, sum snýr seg
um sama evni. Næmingarnir skulu skriva
navnorð bundin inn í eina orðagátu.
Uppgávan kann nýtast sum eykaupp-
gáva, ið bert nøkur loysa.
Síða 69-73
Á bls. 69-70 verður arbeitt við óbeinleiðis
og beinleiðis talu. Stutta teknirøðin verð-
ur lisin í felag og víst verður á, at mamm-
an og Hanna tosa beinleiðis hvør við
aðra. Í teknirøðum vísa vit slíka samrøðu
við bløðrum, men í vanligum teksti
kunnu bløðrur ikki nýtast. Í staðin verður
kolon (:) sett framman fyri tí, ið sagt
verður og gásaeygu (
„ “
) sett um tað, ið
sagt verður.
Næmingarnir gera teknisøguna til van-
liga søgu við beinleiðis talu. Síðan skriva
teir tekstin, so hann verður sagdur við
óbeinleiðis talu. Í óbeinleiðis talu er tað
onkur, sum fortelur, hvat onnur gera og
siga.
Tá ið næmingarnir hava skrivað báðar
tekstirnar, ber til at lesa nakrar teirra upp,
og sotatt fáa næmingarnar at lurta eftir,
hvør skrivistílur, ið situr betur. Tekstur,
skrivaður við óbeinleiðis talu, situr ofta
betur enn tekstur við nógvari beinleiðis
talu.
Næmingar hava altíð av og á brúk fyri at
sláa okkurt upp, t.d. í orðabók ella í al-
frøðini. Uppgávurnar á bls. 71-73 snúgva
seg allar um at sláa orð upp í navnaskrá.
Tað er týdningarmikið, at næmingarnir
nú duga bókstavaraðið uttanat, tí so er
nógv lættari og skjótari at leita í navna-
skráum. Lærarin kann í hesum sambandi
eisini lata næmingar sláa upp í øðrum
bókum, t.d í telefonbókini.
I...,86,87,88,89,90,91,92,93,94,95 97,98,99,100
Powered by FlippingBook