Eg skrivi 7 - page 93

93
Síða 8-9
Fyrsti partur snýr seg um spurnar-
fornøvnini, hvør og hvat. Spurnar-
fornøvnini verða bend í øllum føllum.
Hetta kann gerast í felag, t.d. á talvuni,
men til ber eisini at lata næmingarnar
skriva bendingarnar niður í eitt hefti.
Næmingarnir sleppa so at royna seg
sjálvir. Fyrst við at seta rætta spurnarfor-
navnið framman fyri setningar og síðan
gera spurnarsetningar til eina mynd á bls.
9. Næmingarnir kunnu gera hesa upp-
gávuna einsamallir, saman við øðrum
næmingi ella møguliga í bólki. Næming-
arnir kunnu eisini venja seg at seta spurn-
ingar til aðrar myndir, t.d. tiknar úr bløð-
um. Hetta kann gerast munnliga sum
par- ella bólkauppgáva.
Í seinastu uppgávu í partinum skulu
næmingarnir seta spurningar til givin
svar.
Síða 10-11
Á bls. 10 er fyrsta fyrisøgnin í bókini. Hon
verður lisin upp, og prátað verður um
afturbeindu fornøvnini, ið og sum. Tosað
eigur at verða um, at ið verður skrivað ið,
tá tú eins væl kundi sett sum ístaðin. Til
ber at lesa fyrisøgnina enn einaferð, og
hesa ferð seta sum inn í staðin fyri ið.
Tað er av týdningi, at uppgávurnar til
fyrisøgnina verða gjørdar, áðrenn fyri-
søgnin verður skrivað. Dentur eigur at
verða lagdur á, at orðini í fyrireikingar-
uppgávunum verða rætt stavað.
Síða 12-15
Uppgávan á bls. 12 er uppgáva at lita.
Næmingarnir skulu skilja ímillum navn-
orð, sagnorð, lýsingarorð og fornøvn.
Næmingarnir eiga at kenna tríggjar teir
fyrstnevndu orðaflokkarnar uttan trupul-
leikar, tí teir hava arbeitt nógv við hesum
orðaflokkum frammanundan, um teir
hava fylgt hinum
Eg skrivi
bókunum. Í
seinastu bókini komu fornøvnini fyri fyri
fyrstu ferð, so møguliga er neyðugt at
minna næmingarnar á aftur fornøvnini,
áðrenn uppgávan verður loyst.
Í uppgávuni á bls. 13 skulu næmingar-
nir skilja ímillum sernavn, t. d. Kina og
lýsingarorð, kinverji. Somuleiðis skulu
tey læra, at kinverji, dani, føroyingur
o.s.fr. verður skrivað við lítlum, tí hesi
orð eru lýsingarorð og ikki sernøvn.
Á bls. 14 er fyrisøgn. Best er, um hon
verður lisin upp í felag, og uppgávurnar
eiga at verða gjørdar, áðrenn fyrisøgnin
verður skrivað. Dentur eigur at verða
lagdur á, at orðini í fyrireikingaruppgáv-
unum verða rætt stavað.
Síða 16-20
Á bls. 17 skulu næmingarnir býta orð í
orðaflokkar. Orðini verða funnin í eini
villiniborg á bls. 16. Á bls. 16 er ein upp-
gáva, sum ikki hevur týdning fyri sjálva
mállæruna ella rættskrivingina, og tað er
tí ikki neyðugt, at allir næmingarnir gera
hesa uppgávuna.
Seinna uppgávan á bls. 18 er eisini ein
eykauppgáva. Best er, um hon verður
gjørd av øllum í flokkinum samstundis.
Møguleiki eigur at verða fyri, at næming-
arnir loysa hesa uppgávuna einsamallir,
saman við øðrum ella í bólki. Uppgávan
kann skipast sum ein kapping, har vinn-
ari verður funnin.
Vegleiðing
I...,83,84,85,86,87,88,89,90,91,92 94,95,96,97,98,99,100
Powered by FlippingBook