Eg skrivi 7 - page 97

97
Síða 74-75
Á bls. 74 og 75 er eitt bræv, sum bæði er
ein orðaflokkauppgáva og ein innseting-
aruppgáva við trupulleikanum i ella ið.
Lærari og næmingar lesa brævið í felag
Næmingarnir skulu fyrst býta orðini við
feitari skrift upp í navnorð og sagnorð og
síðan býta navnorðini eftir kyni.
Næmingarnir hava sostatt funnið útav,
hvørji av navnorðunum eru hvørkikyns-
orð. Hetta fáa teir brúk fyri í innsetingar-
uppgávuni, tí her skulu teir seta i ella ið
inn á tómu reglurnar.
Lærarin kann skjótt minna næmingar-
nar á, at bundin hvørkikynsorð í hvør- og
hvønnfalli eintali enda við ð og at sagnorð
í 1. persóni enda við i. Av tí, at næming-
arnir longu hava funnið hesi orð, skuldi
uppgávan ikki verið so torfør at loyst.
Síða 76-81
Á bls. 76-78 verður arbeitt við at benda
kallkynsorð í øllum føllum. Fyrst verður
víst á, at navnorð broytast alt eftir, hvat ið
sagt verður. Tað veldst um fall og tal.
Lærarin kann eisini koma við øðrum
dømum enn teimum, ið bókin kemur við.
Næmingarnir eiga at læra seg at spyrja til
føllini, tí vit hoyra í flestu førum, hvussu
navnorð verða bend, tó undantikið í
hvørsfalli.
Gott er, um næmingarnir duga nakrar
reglur í samband við fallbendingina, har
tað ikki er ein sjálvfylgja, hvussu orðið
eitur. T.d. kunnu næmingarnir læra seg ta
reglu, at øll navnorð enda við a í hvørs-
falli fleirtali. Hetta er ein regla uttan
undantak, geldur fyri øll navnorð uttan
mun til kyn og er tí rímiliga løtt at minn-
ast. Hvørsfalsendingarnar eru heldur tor-
førari, men her ber eisini til at hava reglur
at halda seg til.
Næmingarnir hava áður bent navnorð,
bæði veikt bend og sterkt bend navnorð.
Teir hava tó ikki áður fingið at vita heitini
veikt og sterkt bend navnorð. Næmingar-
nir eru nú so mikið gamlir, at til ber at
siga teimum eitt sindur um hetta.
Veikt bendu navnorðini eru løtt at
benda, tí tey broytast so lítið í fallbend-
ingini í eintali.
Veikt bend kallkynsorð enda við i í
hvørfalli og a í hinum føllunum í eintali.
Ein regla, næmingarnir kunnu minnast.
Sterkt bendu kallkynsorðini broytast
meira í fallbendingini. Reglan sigur, at
sterkt bendu navnorðini eru tey navnorð,
sum enda við hjáljóði í hvørsfalli, meðan
veikt bend navnorð enda við sjálvljóði í
hvørsfalli.
Eftir míni metan er hetta ein ov torfør
regla at halda seg til hjá næmingum í hes-
um aldri, tí trupulleikin hjá teimum er
sum oftast at vita, hvussu orðið eitur í
hvørsfalli.
Eg haldi tí, at vit heldur skulu siga teim-
um, at veikt bend navnorð eru tey navn-
orð, sum í kallkyni hvørfalli enda við i og
í kvenn- og hvørkikyni hvørfalli enda við
a. Øll hini eru sterkt bend.
Sterkt bend kallkynsorð broytast meira í
fallbendingini enn tey veikt bendu.
Hvørsfallið kann enda við s ella ar. Fyri at
finna út av, hvør av hesum endingum er
tann rætta, skal næmingurin finna fleir-
talsendingina í hvørfalli. Hana duga
næmingarnir at hoyra. Er fleirtalsending-
in ar, so er hvørsfalsendingin í eintali s,
men er hon ir, so er hvørfalsendingin í
eintal ar. Lærarin eigur at heita á næm-
ingarnar at bíða við at skriva hvørs-
falsendingina í eintali til teir hava skrivað
orðið í fleirtal hvørfalli. Uppgávan á bls.
78 leggur eisini júst upp til hetta.
I...,87,88,89,90,91,92,93,94,95,96 98,99,100
Powered by FlippingBook