Landafrøði 3 - page II-1

PETER KINLUND
MARIA BERGMAN
TÝTT OG TILLAGAÐ: ELIN HENRIKSEN
Landafrøði 3
Louisa Maria bodde tidigare på landsbygden i Colombia men
hennes familj var tvungen att flytta till staden för att kunna
försörja sig. Hon bor tillsammans med sin mamma och fem
syskon i ett litet trasigt hus med jordgolv. Det finns bara två
dubbelsängar så Louisa Maria delar säng med tre andra syskon.
Sydamerika
Asia
Ayuk, sum er 13 ára gomul, býr á oynni Bali í
Indonesia. Hon er á veg á súkklu í skúla. Pápin
stendur í portrinum og hyggur at henni. Á
garðinum innan fyri múrin býr familjan saman
við skyldfólki. Tey eru 15 fólk í húsi. Eins og
nógvum øðrum gentum á Bali dámar Ayuk væl
at dansa balinesiskan fólkadans aftan á
skúlatíð. Foreldur hennara eru bøndur, og tey
dyrka rís og hava grísar. Men Ayuk ætlar ikki at
verða bóndi. Hon ætlar sær at arbeiða á einum
gistingarhúsi og at hitta útlendsk ferðafólk og
læra seg fremmand mál.
Simon Segopolo er úr býnum Moroka í Botsvana. Býurin
er nær við markið til Simbabvi. Simon gongur í skúla
fleiri hundrað kilometrar haðani. Familjan hjá honum
fæst við landbúnað, og tey hava eisini ein lítlan handil.
Familjan heldur, at tað ræður um, at Simon gongur í
einum góðum skúla, so at hann kann læra víðari og
fáa arbeiði í býnum.
Afrika
Osiania
Jerry, høgrumegin á myndini, býr á
oynni Satawal í Mikronesia. Honum
dámar væl at sigla og at fiska, og
fyri at kunna tað, má hann duga at
seta kós eftir stjørnunum. Abbi
hansara, Mau, lærir hann. Hann
hevur lagt eina sonevnda
stjørnukumpass úr smásteinum og
bløðum á gólvið.
Dylan, Josh og Alex eru inuittar og búgva í býnum Mittimatalik
á Baffin Island í Kanada. Dreingjunum dámar væl at fara við
pápa sínum at veiða og at fiska. Teimum dámar eisini væl at
spæla íshokky og at lurta eftir rokktónleiki. Fyrr í tíðini koyrdu
fólk har við sletuhundum eftir ísinum og kavanum, men nú á
døgum koyra tey einamest við kavaskutara.
Norðuramerika
Evropa
Hann nevnir seg “Chuck”. Tað riggar betur enn russiska navnið,
heldur hann. Her dansar hann breakdance á einum torgi í Ligovo,
sum er ein forstaður til St. Pætursborg í Russlandi. Chuck og
vinmaður hansara, “Batter”, í svartari húgvu, hava lært seg at dansa
við at hyggja at MTV, ið er ein amerikonsk sjónvarpsstøð. Teir dansa
til
stuttleikar, sum ítriv. Men tað kostar at keypa sær klæði og aðra
útgerð, sum krevst til at líkjast amerikonskum hipphopparum. Tí
hava dreingirnir lagt ein kepp við “pallin” og eitt skelti, har teir hava
skrivað: “Takk fyri stuðulin!”
Suðuramerika
Louisa Maria búði áður á bygd í Kolumbia, men familjan
hjá henni mátti flyta til býin at leita eftir arbeiði. Hon
býr saman við mammu síni og fimm systkjum í einum
lítlum, skirvisli um húsi við moldgólvi. Har eru bara
tvær dupultsengur inni, so Louisa Maria svevur saman
við trimum systkju .
I 2,3,4,5,6,7,8,9,10,11,...172
Powered by FlippingBook