Landafrøði 3 - page 3

L
andafrøði snýr seg um títt lív, um­
hvørvið har tú býrt, og um tína
framtíð. Landafrøði snýr seg um heimin og
um menniskjuni, sum liva her.
Hendan bókin snýr seg fyrst og fremst um tað,
sum verður nevnt økislandafrøði. Hon er um, hvussu teir ymsu
partarnir av heiminum eru vorðnir til og eru í støðugari broyting
av samspælinum millum tað natúrliga umhvørvið og ávirkan
menniskjans. Veðurlag, vøkstur og lendi hava nógv at siga fyri,
hvussu tað sær út á einum staði. Men tað er ikki nóg mikið við
tí. Menniskjuni, fólkatal, mentan, búskapur, stýrislag og mangt,
mangt annað hevur eisini stóran týdning.
Heimurin kann verða býttur upp eftir nógvum ymiskum for­
treytum, í smá ella stór øki. Í hesari bókini hava vit valt at lýsa
heimin við støði í teimum ymsu heimspørtunum.
Vælkomin til lærugreinina um verðina!
Latið okkum kanna jørðina, sum vit liva á!
Peter Kinlund Maria Bergman
I,II-1,2 4,5,6,7,8,9,10,11,12,13,...172
Powered by FlippingBook