8
EVROPA
Evropa
Evropa er mitt í verðini – halda vit ofta. Vit eru von at
síggja heimskort, har Evropa er mitt í. Men heimskort,
sum hava ein annan heimspart mitt í, eru líka so røtt.
Í hjálandatíðini gjørdist Evropa tann ráðandi
heimsparturin í heiminum, bæði politiskt, búskaparliga
og tøkniliga. Fleiri lond í Evropa hoyra framvegis
til tey ríkastu í heiminum. Tað merkir, at nógv fólk í
Evropa hava góð lívskor. Men har eru eisini tey, sum
liva í fátækadømi og ótryggum korum, og sum tráa eftir
vælferð, tryggleika og fólkaræði.
Evropa – hvat er tað
Evropa er tann næstminsti heimsparturin, men har búgva nógv fólk.
Partar av Evropa hoyra til tey fjølbygdastu økini í heiminum. Onnur
øki, serliga norðanfyri, eru strálbygd; har búgva ikki so nógv fólk.
Stórbýirnir í Evropa hoyra til teir størstu í heiminum, men teir vaksa
ikki longur líka skjótt sum stórbýirnir í Suðuramerika og Asia.
Norðureftir, vestureftir og suðureftir er sjógvurin mark í Evropa,
men eystureftir er ikki so einfalt at siga, hvar markið er. Tað eru fleiri
hugsanir um, hvar markið millum Evropa og Asia er. Ofta verður
sagt, at markið er fram við Uralfjøllum og markinum til Kasakstan
suður til Kaspiskahav og síðan fram við iranska og turkiska markinum
til Svartahav. Soleiðis eru kortini í hesari bókini teknað. Onnur lata
markið millum Evropa og Asia ganga fram við ánni Ural gjøgnum
Kasakstan og lata Georgia, Aserbadjan og Armenia hoyra til Asia.
Bara ein lítil partur av Turkalandi hoyrir til Evropa. Tað er økið
vestan fyri Bosporussund. Næstan allar oyggjarnar við turkisku vestur
strondina eru grikskar og hoyra tí til Evropa. Kypros har eysturi í Mið
jarðarhavinum verður roknað upp í Asia, hóast sunnari partur av oynni
er limur í ES.