Landafrøði 3 - page 15

EVROPA
15
Stórbýir og oyðimerkur
Næst Asia er Evropa tann tættast bygdi heimsparturin. Nógv lond
í Evropa hoyra til tey fjølbygdastu í heiminum. Teirra millum eru
Niðurlond, Belgia, Bretland og Týskland.
Fólkaríkasta landið er Russland. Í tí evropeiska partinum búgva 110
milliónir fólk. Í Týsklandi eru 80 milliónir fólk. Síðan koma Frakland,
Bretland og Italia, hvørt við sínum 60 milliónum íbúgvum.
Norðarlaga í Evropa er strálbygt, har búgva ikki so nógv fólk. Býirnir
eru smáir, og langt er millum teirra. Stór øki eru oyðimerkur, har eingin
býr. Í Íslandi búgva til dømis um leið 300.000 fólk. Hetta kann verða
samanborið við Niðurlond og Belgia, sum til samans eru minni enn
Ísland, men har eru um leið 26 milliónir íbúgvar.
Mest fólk í býunum
Ein sera stórur partur av fólkinum í Evropa býr í býum. Í Belgia,
Týsklandi, Bretlandi og Íslandi búgva til dømis meira enn 90 prosent
av fólkinum í býum. Nógv tey flestu eru í teimum størstu býunum. Í
londum sum Danmark og Eysturríki býr meira enn ein fjórðingur av
fólkinum í høvuðsstaðnum.
Harafturímóti minkar fólkatalið úti á landinum og á bygd í flest­
øllum londum í Evropa.
London hevur leingi verið størsti býur í
Evropa. Har búgva um leið líka nógv fólk
sum í øllum Svøríki. Myndin er av einum
sølutorgi, sum er hvønn leygardag á
Portobello Road.
I...,5,6,7,8,9,10,11,12,13,14 16,17,18,19,20,21,22,23,24,25,...172
Powered by FlippingBook