20
EVROPA
Norðarlaga í Evropa eru tó eisini støð, har veturin er lýggjur, nógv
lýggjari enn á samsvarandi breiddarstigi aðrastaðni í heiminum. Tað
er í londum, sum eru í ella venda út ímóti Atlantshavi og verða ávirkað
av Golfstreyminum. Hann førir heitan sjógv úr hitabeltinum við sær
norður í Norðurhøv. Heiti sjógvurin vermir eisini luftina, sum rekur
inn yvir land og elvir til strandarveðurlag. Í býnum Tromsø í Norður
noregi er miðalhitin í januar mánaði -2,7°C. Tað er tað sama sum í
Bukarest í Rumenia. Á støðum í Norðuramerika ella Asia, sum eru á
sama breiddarstigi sum Tromsø, kann tað vera 30–40 stig kaldari um
veturin.
Í Suðurevropa er
miðjarðarhavsveðurlag
við turrum, heitum sumrum
og ofta vátum vetrum. Men inni í landinum og uppi í fjøllunum kann
vera sera kalt um veturin, sjálvt í Suðurevropa.
Slavin luft uttan úr havi
Tann slavna luftin uttan av havi, sum rekur inn yvir land, ger, at nógv
avfall er í teimum vestaru pørtunum í Evropa. Tað regnar mest á
vesturstrond Noregs, meira enn 2.000 mm um árið. Eisini í Norður
spania og Vesturspania, í Alpunumog vestanfyri á Balkan regnar nógv,
STRANDARVEÐURLAG
MEGINLANDAVEÐURLAG
PÓLVEÐURLAG
STRANDARVEÐURLAG
MIÐJARÐARHAVSVEÐURLAG
G
o
l
f
s
t
r
e
y
m
u
r
i
n
G
o
l
f
s
t
r
e
y
m
u
r
i
n
Meira enn 1.000 mm/ár
500 – 1.000 mm/ár
Minni enn 500 mm/ár
Avfall:
VEÐURLAGIÐ Í EVROPA