26
EVROPA
Nógv náttúrutilfeingi – nógvur ídnaður
Í Evropa er nógv og fjølbroytt náttúrutilfeingi, millum annað jarn, kol
og skógur. Nú á døgum hevur kol tó ikki líka nógv at týða sum áður
í sambandi við orkuframleiðslu. Olja, gass og kjarnorka hava størri
týdning. Nógv olja og gass kemur úr Norðsjónum millum Bretland og
Noreg.
Øll sløg av ídnaði eru at finna í Evropa, heilt frá bilum og evna
frøðiligum tilfari til fjarskiftisútgerð og heilivág. Men tað eru eisini
nógvar ídnaðarfyritøkur, sum hava flutt framleiðsluna úr Evropa til
aðrar heimspartar. Har eru lønirnar lægri, og tað ger, at fyritøkurnar
kunnu vinna meiri pening.
Tað verða alsamt færri, sum arbeiða í ídnaði og framleiðslu. Í staðin
verða tað alt fleiri, sum arbeiða í handli, skrivstovum og ferðavinnu,
ella við útbúgving, røkt og viðgerð.
Í Skotlandi er nógv virksemi
í oljuídnaðinum. Myndin er
úr Grangemouth á skotsku
eysturstrondini.
EruVW-bilar týskir
Vanliga halda vit VolksWagen
vera eitt týskt bilmerki. Men
nú á døgum kann ein bilur
av hesum slagi verða gjørdur
í Belgia, Spania, Portugal,
Slovakia, Bosnia-Hersegovina,
Russlandi, Suðurafrika, India,
Kina, Meksiko, Brasil ella
Argentina.