16
EVROPA
Fólkatalið veksur spakuliga
Fólkatalið í Evropa veksur sera spakuliga.
Í nógvum londum veksur tað als ikki, og
í summum londum, til dømis Russlandi,
Bulgaria og Ungarn, minkar fólkatalið.
Fólkatalið veksur mest í Andorra og
Írlandi. Har er vøksturin 1% ella meira um
árið.
Leingi var tað soleiðis, at fólkavøksturin
var nógv størri í Suðurevropa enn í Norður
evropa. Men nú er hetta broytt. Burðar
avlopið í Norðurlondum eru nú sum heild
hægri enn í Spania og Italia.
Stór tilflyting til Evropa
Burðaravlopið er munurin millum talið á teimum, sum verða fødd, og
talið á teimum, sum doyggja. Men tað er ikki bara burðaravlopið, sum
avger, um fólkatalið veksur ella minkar. Tað kann hava minst líka nógv
at siga, hvussu fólk flyta. Síðan 1960árini eru nógvar milliónir fólk
flutt til Evropa ymsastaðni frá. Bretland, Frakland og Niðurlond hava
tikið ímóti fleiri milliónum tilflytarum úr teimum fyrrverandi
hjálondunum. Í Týsklandi er talið á tilflytarum úr
Turkalandi og eftirkomarum teirra meira enn 3
milliónir.
Hesi seinastu árini hava tey flestu londini
í Evropa gjørt tað torførari hjá tilflytarum
úr øðrum londum og økjum at búsetast
í Evropa. Men nú eru mong farin at
tosa um at lata dyrnar upp aftur fyri
øktari tilflyting. Í nógvum londum
er tørvur á fólki í arbeiðsførum aldri,
sum kann hjálpa til og uppihalda øllum
teimum, sum ikki longur arbeiða.
Tilflytarabørn úr
Norðurafrika, sum
búgva í Marseille í
Fraklandi.
Fólkavøkstur
milliónir
90
80
70
60
50
40
30
20
10
0
ár 1900 1930
1960
1990 2010
Munur á, hvussu skjótt fólkatalið
veksur. Í 1995 var fólkatalið tað
sama í teimum fýra londunum í
talvuni.
Bretland
Frakland
Tailand
Etiopia