Landafrøði 3 - page 11

EVROPA
11
Størst og minst
Tað størsta landið í Evropa er Russland, og tað er eisini heimsins størsta
land. Tann evropeiski parturin er næstan fýra ferðir so stórur sum øll
Norðurlond til samans. Minsta landið í Evropa, Vatikanríkið, er eisini
heimsins minsta land. Tað er til støddar sum fimm fótbóltsvøllir, og
har búgva einans um leið túsund fólk. Pávin er statsleiðari í Vati­
kanríkinum, sum er í býnum Róm í Italia.
Í Suðurevropa er eisini eitt annað av minstu londum í heiminum,
San Marino, sum er umgirt av Italia. Landið er bara 13 kilometrar
langt og 9 kilometrar breitt. Har búgva um leið 29.000 fólk. Hóast
San Marino er eitt lítið land, so hevur tað verið sjálvstøðugt síðan 9.
øld. Nú á døgum er ferðavinna týdningarmesta inntøkan.
Kuriski tangin er ein 100 km langur og 0,5–4 km breiður
sandoddi út móti Eystarasalti. Sandoddin er í Litava og
parti av Russlandi. Hann er á listanum hjá UNESCO yvir
heimsarv, og har er ein tjóðgarður, sum verður nógv
vitjaður. Myndin er av mølheyggjum í tí litaviska partinum.
Jarntjaldið
Frá 1945, tá seinni heimsbardagi endaði, og til 1989 var eitt sera týðandi
mark gjøgnum Evropa. Tað býtti heimspartin sundur í tveir partar,
Vesturevropa og Eysturevropa. Markið, ið varð nevnt jarntjaldið, var
ætlað til at verja londini í Eysturevropa, sum høvdu sosialistisk stýri,
móti tí, sum varð hildið at vera skaðilig ávirkan frá teimum kapitalistisku
londunum í Vesturevropa.
Vaktarhaldið við hetta markið var ógvuliga sterkt, og sjálvt markið var
píkatráður við landminum eystarumegin. Eftir at Ungarn avgjørdi at lata
markið til Eysturríkis upp, kundi jarntjaldið ikki longur forða fólki í at
ferðast vesturum. At enda varð tað tikið burtur. Týskland, sum jarntjaldið
hevði býtt sundur í tvey lond, varð tá aftur sameint í eitt land.
I...,II-1,2,3,4,5,6,7,8,9,10 12,13,14,15,16,17,18,19,20,21,...172
Powered by FlippingBook