EVROPA
19
Tó er eisini nógv fjallalendi í Evropa. Í flestøllum londum eru fjøll,
sum eru hægri enn 2.000 metrar. Mitt í Evropa er eitt høgt fjallalendi,
Alpurnar. Tær vórðu til, tá ið tvær plátur í jarðarskorpuni rendu saman,
afrikaplátan og evrasiaplátan. Fjøllini norðarlaga í Evropa eru lægri
og rundari enn tey sunnanfyri. Uttast í ein landsynning eru tey allar
hægstu fjøllini í Evropa, í fjallarøðini Kavkasus.
Í Íslandi og í Italia eru av og á eldgos, og eisini á griksku oynni
Santorini og norsku oynni Jan Mayen. Tað hægsta gosfjallið er Etna,
sum er á italsku oynni Sicilia. Etna er eitt 3.000 metrar høgt fjall.
Úr fjallalendinum renna áir í ymsar ættir. Nógvar teirra hava stóran
týdning sum ferðaleiðir. Inni í Evropa eru nógvastaðni stórar havnir í
sambandi við áir, til dømis í Hamburg og Duisburg.
Kalt og heitt – vátt og turt
Veðurlagið í Norðurevropa kann vera slavið ella turt, kalt ella lýtt.
Norðast er
pólveðurlag
. Har er nógvastaðni frostmýra, ið nevnist
tundra
,
har runnar og hendinga lág trø vaksa. Eisini sunnan fyri frostmýrarnar
eru sumrini stutt og flógv, og vetrarnir langir og kaldir. Hetta veðurlagið
verður nevnt
tað kalda flóbeltið
, og har vaksa stórir nálaskógir. Stórir
partar av Norðurlondum og Russlandi hoyra til
nálaskógarøkið.
Ein dalur, sum er vorðin til av skriðjøklum
í ístíðini. Hetta er í Jølster kommunu í
landslutinum Sogn og Fjordane í Noregi.