EVROPA
25
Dordogne í Fraklandi.
nytt original beh
Valais í Sveis.
Skógarvinna í nálaskógarøkinum
Í nálaskógarøkinum norðarlaga í Evropa hevur skógarvinnan nógv at
siga, serliga í Finnlandi, Svøríki og Russlandi. Úr skógunum fæst ikki
bara timbur, men eisini rávøra til pappírsídnaðin.
Fyrr í tíðini floyttu tey timbrið oman eftir áunum til sagverk og
pappírsídnað. Nú verður tað einamest flutt við lastbilum. Teir størstu
skógirnir eru í Russlandi. Men landið er so stórt og so oyðið, at tað er
sera torført at flyta maskinur og timbur hagar, sum tað skal brúkast. Tí
eru stór øki, ið framvegis eru órørd av mannahond.
•
Hví heldur tú, at tey, sum arbeiða í landbúnaðinum, summastaðni búgva
í býum, aðrastaðni í smáum bygdum og uppaftur aðrastaðni á einsa-
møllum gørðum?
?