34
ASIA
Størsti heimsparturin í verðini
Asia er tann størsti heimsparturin í verðini. Hann er meiri enn fýra
ferðir so stórur sum Evropa. Asia røkkur úr Turkalandi har vesturi til
Beringssund har eysturi.
Tað norðasta staðið í Asia eru tær russisku oyggjarnar Frans Jósefsland
í Íshavinum, um leið 1.000 km frá norðpólinum. Tað sunnasta eru
nakrar oyggjar í Indonesia, sum eru um leið 1.000 km sunnan fyri mið
kring.
Asia og Evropa eru til samans fastlandið
Evrasia
, og tað er ikki sjálv
sagt, hvar markið millum heimspartarnar er. Tað kann vera ymiskt úr
einum korti í annað.
Nú á døgum er markið vestureftir vanliga fram við Uralfjøllunum
í Russlandi og fram við russiska markinum til Kasakstan, Aserbadjan
og Georgia. Vestast er markið gjøgnum Bosporossund í Turkalandi.
Markið til Afrika er vanliga millum Ísrael og Egyptaland.
Í ein landsynning er markið millum Asia og Osiania gjøgnum oynna
Nýguinea. Tann indonesiski parturin av Nýguinea kallast Irian Jaya.
Har eru nógv, sum vilja hava sjálvstýri frá Indonesia. Hendir tað, fer
markið millum Asia og Osiania kanska at verða flutt longur vestur.
Ymiskir partar
Av tí at Asia er ein so stórur heimspartur, verður hann ofta býttur sundur
í fleiri partar. Uppbýtið er tó ymiskt í ymsum bókum og samanheingi.
Hetta er eitt vanligt býti:
Vesturasia
fevnir um londini við Miðjarðarhav,
londini á Arabisku hálvoynni og Iran. Hetta økið verður saman við
Egyptalandi eisini nevnt
Miðeystur
.
Russland er so stórt, at tað er ein partur fyri seg.
Miðasia
fevnir um
Afganistan, Kasakstan og londini harímillum.
Suðurasia
er India,
grannalond tess og Maldivoyggjar í Indiahavi. Í
Eysturasia
eru tey mátt
miklastu londini Kina og Japan. Í
Landsynningsasia
eru vælumtókt
ferðamál sum Tailand og Malaisia.
Lond verða til og broytast
Í Asia eru 45 lond – ella fleiri, alt eftir, hvussu roknað verður. Nógvar
orsøkir eru til, at talið kann vera ymiskt. Armenia, Aserbadjan og
Georgia verða stundum tald upp í Evropa, stundum upp í Asia. Taivan
kann roknast sum sjálvstøðugt land ella sum partur av Kina. Tvey lond,
Turkaland og Russland, eru bæði í Evropa og í Asia. Harumframt er
ósemja um fleiri øki, og ósemjurnar verða mangan til stríð.
Ógreið landamørk
Ósemjur eru um nógv landamørk
í Asia. Mong eru tey, sum halda,
at Kina av órøttum hertók landið
Tibet í 1958. India og Pakistan
stríðast um, hvar markið teirra
millum skal vera.
Í 1967 hertók Ísrael landaøki,
sum áður hoyrdu til Sýria, Jordan
og Egyptaland. Ein partur av
hesum øki, Vestari áarbakki
og Gasageirin, hoyra nú til tað
palestinska landaøkið. Norðari
parturin av Kypros hevur lýst seg
sum sjálvstøðugan stat, men tað
er einans Turkaland, sum hevur
viðurkent hann.
Seinast í 1990-árunum lótu
Bretland og Portugal hjálondini
Hongkong og Makao til Kina. Tað
einasta økið í Asia, sum framvegis
verður stýrt úr Evropa, eru
Chagosoyggjar sunnan fyri India.