40
ASIA
Nógv ymisk tungumál
og ymiskir átrúnaðir
Meginparturin av fólkinum í heiminum býr í Asia. Tí er sjálvsagt,
at menniskjuni har tosa eina ørgrynnu av ymiskum málum og hava
ymiskar mentanir og átrúnaðir.
Mandarin – mest talaða mál í heiminum
Í Asia er tað málið at finna, sum verður mest tosað, han-kinesiskt, ið
eisini verður nevnt mandarin. Um leið ein milliard fólk nýta hetta
málið hvønn dag. Tvey onnur stór mál eru hindi og bengali, sum til
samans 700 milliónir fólk í Asia tosa. Hindi er størsta málið norðarlaga
í India, og bengali tosa tey í Bangladesj og eystarlaga í India.
Eisini eru tað øgiliga nógv í Asia, sum tosa arabiskt og bahasa.
Arabiskt verður tosað í Vesturasia og bahasa í Indonesia.
Í Indonesia eru eisini nøkur heilt smá mál. Eystasta oyggin eitur
Irian Jaya, og í illgongda fjallalendinum har eru tungumál at finna,
sum bara nøkur fá fólk tosa. Summastaðni hevur næstan hvør bygd sítt
mál. Men nógv av hesum málunum eru í ferð við at doyggja út.
Enskt er felagsmál
Einki mál er til, sum eitur
indiskt. Nógv ymisk mál
verða tosað ymsastaðni í
landinum. Tá ið indarar úr
hvør sínum landsluti hittast,
nýta teir vanliga enskt sum
felags mál.
Átrúnarligar myndir við kristnum,
buddistiskum og hinduistiskum
innihaldi til sølu á einum torgi.