46
ASIA
Vestarlaga í India og í Pakistan regnar so at siga aldri. Har er
oyði
markarveðurlag
ella
steppuveðurlag
. Sama veðurlag er eisini nógva
aðrastaðni í Asia, til dømis í meginpartinum av Vesturasia. Har regnar
sera sjáldan og óregluliga. Summi ár regnar als ikki, og onnur ár regnar
so illa, at vatnflóð stendst av tí.
Regnskógarveðurlag og meginlandaveðurlag
Í regnskógarøkjunum í Landsynningsasia er
tropiskt regnskógarveðurlag
.
Har regnar alt árið, og lítil munur er á hitanum fyri hvønn mánað. Í
høvuðsstaðnumíMalaisia, Kuala Lumpur, er eisini regnskógarveðurlag.
Har er bara 1°C á muni millum tann kaldasta mánaðin (desember, tá
ið miðalhitin er +26,6°C) og tann heitasta (mai, tá ið miðalhitin er
+27,8°C). Har regnar millum 100 mm og 300 mm hvønn mánað.
Inni í landinum í Sibiria er heilt annað veðurlag. Har er meginlanda
veðurlag, heitt um summarið og kalt um veturin. Miðalhitin tann
heitasta mánaðin (juli) er +14 til 17°C, men í januar frystir í miðal
-50°C. Summastaðni hava tey mált niður í -70°C.
Fjallaveðurlag í fjøllunum
Stórir partar av Asia eru høgar fjallarøðir. Tí er nógvastaðni eyðsýnt
fjallaveðurlag
. Har broytist veðurlagið nógv í einum lítlum øki. Niðri
í dalinum kann til dømis vera heitt regnskógarveðurlag. Men uppi á
teimum høgu tindunum kunnu vera jøklar, har tað altíð frystir.
Tað kann eisini vera stórur munur á avfallinum í einum fjallalendi.
Summastaðni regnar nógv, aðrastaðni so at siga einki.Har, sumskýggini
verða noydd uppeftir, kólna tey, og har fer at regna. Aðrastaðni gera
fjøllini, at har verður regnskuggi. Har regnar næstan einki. Sunnan fyri
Himalaia er ógvuliga nógv regn, sum í Cherrapunji, ið áður er nevnt.
Tibet er í regnskugga norðan fyri fjøllini, og har er sera turt.
Frá tundru til regnskóg
So at siga alt lendið í Norðursibiria er
tundra
. Har fer frostið ongantíð
úr jørðini, og tundran verður tí eisini nevn
frostmýra
. Har vaksa so at
siga eingi trø, men einamest lágir runnar, skónir og mosi.
Eisini aðrastaðni í Asia er lítil skógarvøkstur. Í Mongolia og Kina
eru til dømis stórar
grasfløtur
. Í
oyðimørkunum
og á
steppunum
í India,
Pakistan og næstan øllum Vesturasia er lítið og einki av skógarvøkstri.
Tað kann vera av natúrligum ávum ella av mannaskaptum ávum.
Summastaðni í Asia eru skógir allastaðni.
Taigan
í Sibiria er eitt
veldiga stórt øki við nálaskógi. Og í Landsynningsasia eru
tropiskir
regnskógir.
•
Í hvørjum høvuðsstøðum
í Asia er mesta avfallið, og í
hvørjum er minst?
?