Landafrøði 3 - page 54

54
ASIA
VIT STEÐGA Á Í ASIA
Kirgisia
Meginparturin av fólkinum í Kirgisia livir nú á
døgum av landbúnaði og húsdýrum. Nógv fólk,
sum áður arbeiddu á fabrikkum ella skrivstovu,
velta nú sjálv tann mat, teimum tørvar, ella liva sum
nomadar við húsdýrum sínum. Onnur eru flutt til
Russlands ella Kasakstan at leita eftir arbeiði.
Til 1991 var Kirgisia partur av tí stóra og máttmikla
Sovjetsamveldinum Tað var heimsins størsta land, og har búðu
280 milliónir fólk Í Kirgisia, ella rættari sagt, í Kirgisiska
Sovjetlýðveldinum, sum tað tá æt, høgdu tey uran, sum varð nýtt
í sovjetsku framleiðsluni av kjarnorkuvápnum Eisini gjørdu
tey royndir við kavbátatøkni í einum stórum vatni, langt
burturi frá vesturlendskum njósnarum Har vóru nógvar
verksmiðjur, summillum annað framleiddu maskinur
og klædnavørur Nú á døgum er Kirgisia eitt lítið,
ókent land, sum fá duga at finna á einum korti Har
búgva um leið 5,6 milliónir fólk, og landið er 4½ ferðir
so stórt sum Danmark, ið hevur á leið sama fólkatal
Kirgisia verður talt millum tey 30–40 fátækastu
londini í heiminum
Tey, sum áður vóru bøndur, hava verið fyri
stórum broytingum. Meðan landið enn var
partur av Sovjetsamveldinum, var jørðin
savnað í stórar garðar, sum vóru felagsogn.
Fólk starvaðust har sum arbeiðarar
við ymiskum uppgávum, til dømis sum
traktorførarar ella neytakonur.
Ein jurta – ein bústaður,
summinnir um eitt tjald –
á háslættanum við vatnið
Song-Köl.
I...,44,45,46,47,48,49,50,51,52,53 55,56,57,58,59,60,61,62,63,64,...172
Powered by FlippingBook