Landafrøði 3 - page 61

AFRIKA
61
At nógv lond í Afrika nú á døgum eru fátæk og til­
afturskomin, stendst av tíðini, tá ið londini vórðu stýrd úr
Evropa. Evropearar høvdu ongan áhuga í at nýta ta vitan og
tann kunnleika, sum var til í Afrika. Teir vildu heldur ikki
hjálpa afrikanum at menna lond síni. Tað týdningarmesta
fyri hjálandaveldini var náttúruríkidømið í Afrika. Við at
gagnnýta tað fingu tey vælferð og ríkidømi at vaksa í Evropa.
Tað ber tó ikki til at geva hjálandatíðini alla skyldina. Tey,
sum hava valdið nú á døgum, bæði í Afrika og restini av
heiminum, hava eisini stóra ábyrgd av, at nógv lond í Afrika
framvegis eru fátæk.
Í nógvum hjálondum vóru blóðug frælsiskríggj, áðrenn londini fingu
sjálvstýri. Í Kenja bardist Mau Mau-rørslan móti bretska yvirvaldinum,
men tað vóru vanligir bøndur, ið vórðu meinast raktir.
Hjálond í Afrika í 1914.
Bretland
Frakland
Týskland
Italia
Portugal
Spania
Belgia
FransktVesturafrika
Belgiskt
Kongo
Abessinia
Týskt
Eysturafrika
Algeria
Egyptaland
Bretskt-
egyptiskt
Sudan
Tripolis
Nigeria
Kamerun
Angola
Týskt
Suður-
vesturafrika
Gull-
strondin
Rio de Oro
Ital.
Somali-
land
Madagaskar
Suður-
rodesia
Franskt Miðkringsafrika
Sp. Marokko
Port.
Guinea
Suðurafrikanska
Samveldið
Nyasa-
land
Kenja
Uganda
Norður-
rodesia
Br.
Somali
land
Eritrea
Sierra
Leona
Bech-
uana-
land
Mosambik
Gambia
Tunesia
Rio
Muni
Fr. Somaliland
Marocko
Liberia Togo
Sjálvstøðug
lond
I...,51,52,53,54,55,56,57,58,59,60 62,63,64,65,66,67,68,69,70,71,...172
Powered by FlippingBook