Landafrøði 3 - page 70

70
AFRIKA
Landbúnaður
Landbúnaður í Afrika kann vera ein gróðrarlund við ananas so langt,
sumeygað røkkur.Hann kann eisini vera stórir kornakrar, slóttutreskjur
og neyt, sum ganga á beiti. Ella smáir berar í regnskóginum, har tey
velta við hakkara nøkur ár, til skógurin aftur fær ræðið. Aðrastaðni
eru øki við vatningarskipanum, har til ber at heysta tríggjar ferðir um
árið. Ella turr, grýtut lendi, har næstan einki fæst at vaksa. Tað eru sera
stórir munir á landbúnaði, bæði millum teir ymsu partarnar í Afrika,
og í hvørjum landi sær.
Har, sum turt er, ber illa til at hava akrar og veltur. Har kunnu tey í
staðin hava húsdýr. Nógvastaðni, til dømis á teimum turru steppunum,
ber als ikki til at velta nakað. Har liva fólk einans av tí, sum tey fáa av
dýrunum. Tey hava neyt, geitir og seyð, kanska eisini kamelar og esil.
Nógv fólk eru nomadar og flyta víða um, tá ið tey leita eftir beiti til
húsdýrini.
Vanliga eru tað konurnar, sum arbeiða í landbúnaðinum. Tær røkta bøin og
húsdýrini, halda hús, ansa børnum og fara eftir vatni og brenniviði. Myndin er úr
Simbabvi.
I...,60,61,62,63,64,65,66,67,68,69 71,72,73,74,75,76,77,78,79,80,...172
Powered by FlippingBook