AFRIKA
75
Fá fólk arbeiða í ídnaðinum
Ídnaður er til í øllum londum í Afrika, men bara ein lítil partur av
fólkinum arbeiðir har. Næstan allar stórar ídnaðarfyritøkur hava
høvuðsskrivstovu sína í Evropa, Norðuramerika, Japan ella Kina, hvørs
ávirkan veksur nógv í hesum árum.
Rávørur úr landbúnaðinum
Meginparturin av ídnaðarfyritøkunum í Afrika fær rávørur sínar úr
landbúnaðinum. Tað er til dømis galdandi fyri sukurfabrikkirnar
(sukur úr sukurrørum), klædnaídnaðin (bummull og ull av seyði) og
skógvafabrikkirnar (leður úr djórahúðum). Í nógvum londum í Afrika
eru eisini fabrikkir, har tey gera sápu, vaskievni og aðrar gerandisvørur.
Í summum londum eru fabrikkir, har tey seta lutir saman til bilar,
bussar, radiotól og tílíkt. Men bara heilt fáastaðni er sonevndur tungur
ídnaður, so sum stálverk og pappírsfabrikkir. At kalla øll londini í Afrika
mugu innflyta næstan allar ídnaðarvørur, sum teimum tørvar, úr
ídnaðarlondunum í Evropa, Amerika ella Asia. Tær innfluttu vørurnar
gerast alsamt dýrari samanborið við tær rávørurnar, sum londini í
Afrika hava at selja. Tí noyðast tey alla tíðina at selja meira jarðnøtir,
kaffi, kopar, jarnmálm og annað fyri at kunna keypa traktorar, pumpur
og aðrar maskinur, sum tey hava brúk fyri.
Nógv handverksarbeiði
Nógv fólk í Afrika arbeiða viðonkrumslag avhandverki.Tey gera kanska
búnyttur úr træi ella flættaðum pálmabløðum. Onnur hava kanska eitt
lítið skýli, har tey umvæla súkklur ella gera lampur úr gomlumblikkum.
Summi selja avísir í bilrøðum ella sita á gongubreytini og busta skógvar
fyri fólk. Mangan er virksemið ólógligt, og arbeiðsumstøðurnar kunnu
vera vandamiklar. Men arbeiðspláss fáast burtur úr hesum, og summi
fáa eina inntøku. Nógvastaðni eru fólk tó givin at keypa lutir, sum
handverkarar hava gjørt, og keypa í staðin bílig ting, sum eru innflutt
úr Asia.
Vánaligt undirstøðukervi
Flestøll lond í Afrika hava illa útbygt undirstøðukervi, tað er jarnbreytir,
vegir, havnir, telefonnet, elnet o.s.fr. Nógvar havnir virka illa. Tað vóru
hjálandaveldini, sum bygdu jarnbreytirnar, og tær eru ikki dagførdar.
Nógvir vegir kunnu ikki brúkast í regntíðini. Harumframt er tað sera
dýrt at byggja vegir og jarnbreytir og halda tað viðlíka í einum øki, har
glopraregn brádliga kann oyðileggja brýr og vegir.
•
Hvørjar vørur úr Afrika
eru at finna í handlunum
í Føroyum. Samanber við
vørur úr Asia.
•
Hví heldur tú, at tað er so?
?