82
NORÐURAMERIKA
Í norðara Norðuramerika eru USA og Kanada. Grønland verður
eisini roknað uppí, men politiskt hoyrir tað til Danmarkar.
Í Miðamerika eru hesi lond: Meksiko, Guatemala, Belis, Honduras,
El Salvador, Nikaragua, Kosta Rika og Panama.
Í Karibia eru 13 lond, sum øll eru oyggjar. Tey størstu londini eru
Kuba, Domingolýðveldið og Haiti. Tað minsta landið í heimspartinum
er somuleiðis í Karibia, tað er oyggjabólkurin St. Kitts & Nevis.
Samveldisríki
Trý tey størstu londini, Kanada, USA ogMeksiko, eru øll samveldisríki.
Tað vil siga, at tey eru sett saman av ymiskum
stakríkjum
ella
landslutum
,
sum hava víðfevnt sjálvstýri og til dømis kunnu gera sínar egnu lógir. Í
USA og Meksiko eru stakríki, í Kanada landslutir.
Tann 1. apríl í 1999 varð Nunavut, sum er norðarlaga í Kanada, lýst
sum sjálvstýrandi landslutur. Upprunafólkið á staðnum, inuittar, eru
85 prosent av fólkinum. Tá ið tey fingu sjálvstýri, kundu tey fyri fyrstu
ferð í stóran mun sjálv ráða í egnum landi og avgera, hvussu tey skulu
skapa framtíð sína. Men tað er ikki lætt at stýra einum landsluti, sum
er um leið líka stórur sum Grønland, har bara 34.000 fólk búgva, tey
flestu spjadd í smáum bygdum. Vegalongdin í Nunavut er einans 21
kilometrar. Tey nýta flogfør at ferðast við og at flyta vørur við.
Í einum øðrum landsluti í Kanada, Quebec, eru nógv, sum royna at
fáa landið at gerast ein sjálvstøðugan stat, leysan av Kanada. Í Quebec,
sum áður var franskt hjáland, tosa tey flestu franskt. Í restini av Kanada
er enskt høvuðsmálið.
Væl vart mark
Tvørtur um tað norðuramerikanska meginlandið gongur eitt mark, sum
er sera týðiligt. Tað er markið millum USA og Meksiko. Tað er ikki bara
eitt mark millum tvey lond og tvey mál. Tað er eisini mark millum tann
ríka og tann fátæka heimin. Víst eru tað nógv fátæk fólk í USA, og tað
eru nógv lond, har fólk hava verri lívskor enn í Meksiko, men kortini er
ein týðiligur mótsetningur millum hesi bæði londini. Markið er sera væl
vart við hermonnum, ljóskastarum og ávaringarskipanum. Hóast alt hetta
eydnast tað nógvum fólkum úr Meksiko at sníkja seg norður ummarkið at
leita eftir arbeiði.
Ymiskt, hvussu Norður
amerika verður lýst
Orðið Norðuramerika
hevur ikki altíð somu
merking. Viðhvørt verður
Norðuramerika býtt
sundur í tveir heimspartar,
Norðuramerika og
Miðamerika. Tá verða Kanada,
USA og Grønland roknað upp
í Norðuramerika. Miðamerika
er tá londini frá Meksiko har
norðuri til Panama har suðuri.
Stundum verður Meksiko
talt upp í Norðuramerika
og londini sunnanfyri upp í
Miðamerika.
•
Samveldisríki eru ikki
einans í Norðuramerika.
Royn at finna onnur
samveldisríki í heiminum.
?