EVROPA
79
So mikið varð
skorið av tara
hendan dagin.
Sansibar er partur av Tansania. Sansibar hevur
verið sjálvstøðugt land, men bara í nakrar
mánaðir. Tað var beint framman undan, at
Sansibar og Tanganyika í 1964 vórðu sameind í
ein sjálvstøðugan stat, Tansania.
Gjøgnum tíðirnar komu fólk í hópatali ferðandi til Sansibar.
Men mong komu eisini, hóast tað ikki var av egnum vilja.
Sansibar er eina best kent fyri eitt serligt slag av handli -
trælahandil. Frá miðskeiðis í 1700-árunum til 1873 vóru meira
enn ein millión trælir førdir til Sansibar og haðani sendir víðari
út í heim. Saman við søluni av fílabeini og kryddaríum gjørdi
trælahandilin Sansibar ríkt. Eina tíð framleiddu tey á Sansibar
80 prosent av øllum kryddnelikum í heiminum. Kryddarí
verða framvegis framleidd á oynni, men tey hava als ikki sama
týdning longur.
Meginparturin av fólkinum á Sansibar livir av
landbúnaði og fiskivinnu, men hesi seinastu árini eru
tey farin at skera nógvan tara. Tey dyrka tvey sløg
av reyðtara. Tarin verður skorin, turkaður og síðan
útfluttur til ídnað ymsastaðni í heiminum, har tey
fáa evnið karragen burturúr. Tað er eitt sukurevni,
ið verður nýtt sum íblandingarevni í ymiskum
matvørum, har tað hevur nummarið E407.
Nógv væntaðu, at tá tey í 1990-árunum fóru undir
at dyrka tara á Sansibar, fór hetta at verða ein góð
inntøka hjá fátækum fólkum, serliga konum. Men
seinni fór prísurin niður, og nógvastaðni eru tey
givin at skera og turka tara. Tað vóru eisini tekin um,
at taraskurðurin hevði ringa ávirkan á útróðurin, tí
minni var at fáa. Tað var heldur ikki gott, um tarin
breiddi seg og fór at vaksa á korallrivunum.
Stór, prýðilig hús í tí gamla býnum á oynni minna um ríki-
dømið, sum einaferð var har. Nú á døgum búgva meiri enn
700.000 fólk á oynni, sum er næstan tvær ferðir so stór sum
Føroyar.