Landafrøði 3 - page 71

AFRIKA
71
Veiða og henta
Onkra hendinga staðni í Afrika liva menniskjuni framvegis av at veiða
villini dýr og henta villar plantur, sum eru etandi. Tey velta ikki og hava
eingi húsdýr. Men hesi fólkini klára seg alsamt verri, tí økini, sum tey
hava atgongd til, minka í hvørjum. Skógurin verður kanska høgdur,
og akur veltur í staðin, og grasfløturnar verða kanska til innhegnað
beitilendi ella tjóðgarðar.
Smáir familjugarðar
Meginparturin av fólkinum í Afrika livir av landbúnaði, hóast alsamt
fleiri familjur eisini hava inntøkur aðrastaðni frá. Tað vanliga er, at
øll í familjuni – sum kann vera rættiliga stór – hjálpa hvørjum øðrum
at velta nakrar hektarar av jørð (1 hektari = 10.000 m
2
). Ofta eigur
familjan ikki jørðina, men hevur rætt at nýta hana so leingi, sum hon
vil og kann.
Familjan veltir tað, sumhenni tørvar at liva av, og kanska harumframt
eitt sindur at selja. Summastaðni selja bøndurnir næstan alt, ið teir
heysta. Tá keypir familjan mat á torginum ella í handlum.
Hvussu búgva fólk á bygd
Tað er ymiskt, hvussu fólk á bygd búgva, alt eftir hvørjum landi tey liva
í og hvønn fólkabólk tey hoyra til. Summar bygdir eru eins og smáir
býir. Aðrastaðni standa húsini tætt saman í longum røðum fram við
einari á. Uppaftur onnur búgva í smáttum á jørð sínari, og tá er ofta
langt ímillum húskini.
Nógv ymisk viðurskifti kunnu avgera, hvussu fólk búgva. Teirra
egna val, avgerðir hjá myndugleikunum, hvussu náttúran er háttað, og
ikki minst, hvar til ber at fáa vatn.
Ymisk grøði
Veðurlagið og jørðildið hava nógv at siga, tá ið fólk avgera, hvat tey
skulu velta. Men tað veldst eisini um, hvat fólk eru von at eta, og um,
hvat ber til at selja á torginum.
Í Norðurafrika er hveiti ein sera týðandi grøði. Úr hveiti baka tey
breyð, ella tey gera kuskus, ið verður etið eins og rís.
Stórir munir eru á, hvussu býir og hús
síggja út ymsastaðni í Afrika. Múrsteinshús
við takplátum gerast alt vanligari. Myndin
er úr Mpungu vestarlaga í Uganda.
I...,61,62,63,64,65,66,67,68,69,70 72,73,74,75,76,77,78,79,80,81,...172
Powered by FlippingBook