74
AFRIKA
Suðurafrika – eitt land við gulli og diamantum
Í undirgrundini í Suðurafrika er nógv gull. Suðurafrika er tað landið,
sum framleiðir mest gull í heiminum. Onnur ráevni, sum nógv er til av,
eru diamantar, krom, platin, vanadium (eitt metal, sum verður nýtt til
at gera stál og aluminium sterkari), uran og kol.
Gullið verður høgt í námum, sum kunnu vera 3.000 metrar djúp. So
langt niðri í jørðini er ógvuliga heitt.
Strævna og vandamikla arbeiðið hjá námsarbeiðarunum hevur gjørt
Suðurafrika ríkt. Men tað er bara ein lítil partur av fólkinum, sum
hevur fingið lut í ríkidøminum, nevniliga tey hvítu.
Apartheid
Líka síðan 17. øld hevur ein stór fjøld av hvítum fólkum búð í Suður
afrika. Tey komu upprunaliga úr Niðurlondum og Onglandi. Leingi
var tað soleiðis, at Suðurafrika var eitt sundurbýtt land, har ymiskar
lógir vóru galdandi fyri hvít og fyri svørt. Hetta varð kallað
apartheid
og hevði millum annað við sær, at næstan bara hvít fólk fingu lut í
teirri vaksandi vælferðini. Ein avleiðing av hesum er, at lívskorini hjá
teimum hvítu í Suðurafrika nú á døgum hoyra til tey bestu í heiminum.
Samstundis hevur ein partur av tí afrikanska fólkinum verri kor enn í
nógvum øðrum londum í Afrika. Rasuskilnaðarlógirnar vórðu tiknar
av í 1991, men tað gongur seint at fremja fíggjarligan javnað millum
fólkabólkarnar.
Savuka Gold Mine í Suðurafrika,
heimsins djúpasta gullnám,
meira enn 3.700 metrar djúpt.