Landafrøði 3 - page 84

84
NORÐURAMERIKA
Søga
Tey fyrstu menniskjuni í Norðuramerika komu til gongu úr Asia til
Alaska fyri kanska 30.000 árum síðan. Tá í tíðini var landfast millum
hesar báðar heimspartarnar. Nú er eitt sund ímillum, Beringssundið.
Farvegur er funnin eftir menniskjum, sum hava búsett seg so langt
suðuri sum í Meksiko fyri meira enn 20.000 árum síðan. Millum annað
í USA, Meksiko, Kosta Rika og Panama hava tey ymsastaðni funnið
spjótsoddar, sum eru um leið 10.000 ára gamlir. Tey hava eisini funnið
ymiskt, sum bendir á, at fólk fyri um leið 8.000 árum síðan fóru undir
at dyrka mais, bønir og grasker.
Longu fyri 2.000 árum síðan høvdu ymisk fólkasløg í Meksiko væl
skipaðan landbúnað og stórar býir. Beint norðan fyri Meksikobý var til
dømis býurin Teotihuacan (gudanna býur), sum verður hildin at hava
havt einar 200.000 íbúgvar.
Um somu tíð var mayamentanin í hæddini. Mayafólkið livdi á
Yucatan hálvoynni (Meksiko, Belis) og í núverandi Guatemala. Tey
lærdu seg millum annað støddfrøði og at gera kalendarar. Harumframt
bygdu tey nógvar týðandi býir við byggilist á høgum stigi. Tað sást
serliga á átrúnaðarligum og umsitingarligum bygningum. Fyri um leið
1.000 árum síðan rýmdi mayafólkið úr býum sínum, helst tí at veður­
lagið var vorðið ov turt. Nógvir bygningar standa framvegis, og teir
verða nógv vitjaðir av ferðafólki.
Fyri 1.000 árum síðan, sum er langt fyri ta tíð, tá ið evropearar komu
til Amerika, livdu fólk í USA, sum bygdu framúr góð hús og høvdu
framkomnar vatningarskipanir. Eitt dømi er mentanin hjá anasazi­
fólkinum, har húsatoftir framvegis eru at síggja í statunum Colorado,
Arizona og New Mexico.
Evropearar leggja Norðuramerika undir seg
Fyri góðum 500 árum síðan fóru evropearar at leggja Norðuramerika
undir seg. Fólkið, sum búði har frammanundan, mátti dvína. Tey
mistu næstan alla jørð sína og vórðu sera illa viðfarin. Fólk í hópatali
doyðu, annaðhvørt av harðskapinum hjá evropearunum, í kríggi ella av
sjúkum, sum komu við tilflytarunum úr Evropa.
Tá ið teir fyrstu evropeararnir stigu á land í Karibia í 1492, búðu
um leið tríggjar milliónir indianarar har. Men longu 50 ár seinni vóru
indianararnir týndir á næstan øllum oyggjunum. Í staðin vórðu minst
fimmmilliónir trælir úr Afrika fluttir til Karibia at arbeiða í námum ella
Mesa Verde, Colorado, USA.
Her búði anasazifólkið í
tíðarskeiðinum um leið 2.000
til 700 f.kr.
I...,74,75,76,77,78,79,80,81,82,83 85,86,87,88,89,90,91,92,93,94,...172
Powered by FlippingBook