94
NORÐURAMERIKA
Veðurlag og gróður
Í Norðuramerika eru flestøll sløg av veðurlag og gróðrarbeltum, frá pól
veðurlagi við innlandsísi og tundra til tropiskt regnskógarveðurlag við
slavnum, grønum regnskógum.
Kalt norðanfyri
Norðast í Norðuramerika er ógvuliga kalt. Bara í juli og august er
miðalhitin oman fyri frostmarkið. Har er
pólveðurlag
, og her breiðir
tundran
seg so kørg og ber. Stórir partar av Grønlandi liggja undir
inn
landsísi
, ið summastaðni er 3.000 metrar tjúkkur.
Sunnan fyri tundruna er
kalt-temprað veðurlag
. Har er
nálaskógar
økið
, sum røkkur um stórar partar av Kanada og norðara part av USA.
Á somu breiddarstigum í Norðuramerika, sum tey í Norðurlondum
hava fruktagóðan landbúnað, er alt ov kalt til at dyrka nakað sum helst.
Eystarlaga í USA er
heitt-temprað veðurlag
, har leyvtrø vaksa.
Her vóru áður stórir
leyvskógir
, men nú á døgum eru í staðin veldiga
stórir akrar. Eisini fram við strondini í útnyrðingspartinum í USA og
útsynningspartinum í Kanada er heitt-temprað veðurlag. Har veksur
millum annað
tempraður regnskógur
. Í tí slagnum av regnskógi liva heilt
onnur dýra- og plantusløg enn í tí tropiska regnskóginum.
Í stórum pørtum av Alaska er pól
veðurlag. Har trívist tann høvuðhvíta
ørnin, sum er tjóðfuglur í USA. Mynd
av henni er á nógvummyntum.