Landafrøði 3 - page 102

102
NORÐURAMERIKA
Nógv ferðavinna í Karibia
Ferðavinna er ein týðandi inntøka í flestum londum í Karibia. Hjá fólki
í USA og Kanada eru oyggjar sum Bahama ella Jamaika nakað sum
Kanariuoyggjarnar ella Mallorka eru hjá fólki í Norðurevropa.
Í Bahamaoyggjunum arbeiðir meiri enn helvtin av fólkinum í ferða­
vinnuni. Mong eru tey, sum halda, at alt ov stórur partur av tí peningi,
sum ferðafólkini leggja eftir seg, fer av landinum aftur, tí at tað eru
útlendskar fyritøkur, sum eiga gistingarhúsini og ferjurnar. Men hin­
vegin eru eisini tey, sum halda, at ferðavinnan ger, at umhvørvið verður
betur vart. Tað er jú umhvørvið, sum ger, at ferðafólkini velja at koma
hagar.
Í Meksiko og í USA hevur ferðavinnan ikki so nógv at siga, men
í summum landslutum er hon sera týdningarmikil. Til dømis koma
milliónir av fólki úr øllum heimi at vitja baðistrendurnar og undir­
haldsgarðarnar í Florida og í Kalifornia. Í oyðimørkini í Nevada er Las
Vegas vorðin ein stórbýur, ferðavinnuni fyri at takka. Har býr meiri enn
ein millión fólk. Tey flestu ferðafólkini fara hagar at vitja spæliskálar
(kasino) og tílíkt.
Ferðavinnan er týðandi inntøka hjá
londunum í Karibia. Eitt marglætis­
skip, ið einans steðgar nakrar tímar,
leggur tó ikki so nógv eftir seg.
Myndin er úr Haiti.
I...,92,93,94,95,96,97,98,99,100,101 103,104,105,106,107,108,109,110,111,112,...172
Powered by FlippingBook