98
NORÐURAMERIKA
Landbúnaður
Ymiskt veðurlag og ymiskt jørðildi í Norðuramerika gera, at har er sera
fjølbroyttur landbúnaður. Nógv sløg av grøði verða velt, og har, sum
ov turt er at velta, hava tey kjøtframleiðslu á veldiga stórum ransjum.
Landbúnaður í stórum og munadyggar maskinur
Flestøll jarðarbrúk í USA og Kanada eru sera stór. Einans tvey til trý
prosent av fólkinum í hesum londunum arbeiða beinleiðis í land
búnaðinum. Kortini framleiða bøndurnir har ófatiliga stórar nøgdir av
ymiskari grøði, sum verður seld um allan heim.
Akrarnir í USA og Kanada geva minni av sær enn landbúnaðurin í
Evropa. Men hinvegin eru tey amerikonsku jarðarbrúkini nógv størri
enn tey evropeisku. Tey eru harumframt lættari at fáast við, og arbeiðið
fer fram við stórum, munadyggum maskinum.
USA er tað landið, sum útflytur mest hveiti
USA er heimsins størsti útflytari av hveiti, mais, soyabønum og bumm
ull. Landið hevur eisini eina ta størstu rísframleiðsluna í heiminum.
I South Dakota, USA, finns
enorma storjordbruk. De
vanligaste grödorna är
vete och majs.
Stórt landbúnaðarøki í Guanajuato
mitt í Meksiko. Navnið Guanajuato
stavar úr tí indianska málinum har á
staðnum og merkir Gróðurfjallið.