Landafrøði 3 - page 101

NORÐURAMERIKA
101
Sólbeltið og rustbeltið
Sum fremsta ídnaðarland í heiminum hevur USA sjálvandi nógvan
ymiskan ídnað. Millum teir týdningarmestu eru flogídnaður,
heilivágsídnaður og KT-ídnaður. Ein hópur av fyritøkunum í USA
eru ógvuliga stórar, og virksemið hjá teimum fevnir um nógv lond.
Leingi var tað soleiðis, at meginparturin av framleiðslu­
ídnaðinum, til dømis bilídnaðurin, var miðsavnaður í land­
nyrðingspartinum í USA. Hetta økið varð nevnt rustbeltið. Talan
var um økið rundan um teir stóru býirnar New York, Boston,
Philadelphia, Baltimore, Chicago og Detroit. Hetta er nær við tey
stóru kolanámini í Appalakkafjøllunum, og góðir møguleikar fyri
samskifti og flutningi vóru eisini ein orsøk til, at so nógvur ídnaður
varð bygdur júst har.
Nú er ein stórur partur av framleiðsluídnaðinum fluttur
vestureftir og suðureftir til tað sonevnda sólbeltið, sum er landslutir,
har tað er heitt og nógv sólskin. Har vaksa býir sum Miami og San
Diego. Samstundis minkar týdningurin av teimum gomlu, skitnu
ídnaðarbýunum í rustbeltinum.
Meksiko – ídnaðarstaturin í Miðamerika
Heilt síðan 16. øld hevurMeksiko framleittmest silvur í heiminum,
men nú á døgum hevur oljuframleiðslan størri týdning.
Tá ið Meksiko er undantikið, hava londini í Miðamerika
og Karibia ikki nógv náttúruríkidømi. Tó er nógv til av
bauxit í Jamaika. Bauxit verður brúkt at gera aluminium
úr.
Ídnaðurin í Meksiko er nógv vaksin hesi seinastu ára­
tíggjuni. Stóra fólkatalið og lágu lønirnar hava fingið týð­
andi fyritøkur úr øllumheiminum at gera íløgur her. Fimti
hvør ídnaðararbeiðari í Meksiko arbeiðir á fabrikkum,
sum fyritøkur í USA eiga, og sum eru beint sunnan fyri
markið millum londini bæði. Har gera tey millum annað
eltól, billutir, klæði, plastvørur og møblar.
Í restini avMiðamerika og í Karibia er lítið av framleiðsluídnaði.
Til dømis í Domingolýðveldinum og Jamaika hava tey sett á stovn
nøkur sonevnd skattafrí øki, har myndugleikarnir royna at fáa
útlendskar fyritøkur at seta virksemi í gongd við at loyva teimum
at sleppa undan at gjalda skatt.
A
p
p
a
l
a
k
k
u
ø
l
l
Los Angeles
NewYork
Kyrrahav
RUSTBELTIÐ
Chicago
Detroit
Boston
Baltimore
Miami
Phoenix
Houston
S
Ó
L
B
E
L
T
I
Ð
Atlantshav
San Francisco
Las Vegas
Atlanta
Í USA flyta nógv fólk og nógvar fyritøkur
úr tí sonevnda rustbeltinum til sólbeltið,
har ið heitari er í veðrinum.
Meksiko er eitt av teimum londunum,
har flestir bilar verða gjørdir. Tann
størsta fyritøkan í bilídnaðinum er í
býnum Puebla. Har gera tey bilar av
merkinum Volkswagen.
I...,91,92,93,94,95,96,97,98,99,100 102,103,104,105,106,107,108,109,110,111,...172
Powered by FlippingBook