NORÐURAMERIKA
103
Ovurnøgd og vandar fyri umhvørvið
Umhvørvisvandamálini í Norðuramerika standast einamest av ríki
dømi, serliga í USA. Tá ið fólk hava høga inntøku, hava tey ofta eisini
nógvar bilar, og tey nýta nógva orku. Útlátið frá akførum og ídnaði er
stórt, og fjøllini av burturkasti vaksa.
Harumframt breiða býirnir í USA og Kanada seg út yvir stór lendi,
sum áður vóru fruktagóð landbúnaðarjørð. Í USA er so nógv land
búnaðarjørð, sum svarar til 5 ferðir støddina á Danmark, løgd undir
bygningar og asfalt hesi seinastu 60 árini.
Trot á vatni
Tað er ikki lætt at útvega nóg mikið av vatni til býirnar, ið vaksa so
skjótt. Serliga í teimum turru og sólríku økjunum er tað ein trupulleiki.
Tey fáa vatn úr áunum, men vatn haðan verður eisini nýtt í vatningar
skipanum í landbúnaðinum. Til dømis verður so nógv vatn tikið úr tí
stóru Colorado River, at lítið er eftir í ánni, tá ið hon kemur út á sjógv.
Í undirgrundini eru stórar goymslur av vatni, sum vórðu til undir
seinastu ístíð, fyri 10.000 árum síðan. Men tær goymslurnar minka í
stórum, og tað verður alsamt dýrari at pumpa vatnið upp.
Útlát frá bilum og ídnaði
Teir nógvu bilarnir elva til álvarsama luftdálking. Í Kalifornia, har
flestir bilar eru í mun til støddina á landinum, eru strangar reglur settar
í verk, sum skulu gera, at akførini verða betri fyri umhvørvið. Útlát frá
bilum og ídnaði í USA eiga sín stóra lut í, at vakstrarhúsárinið veksur,
og tað fær aftur miðalhitan á jørðini at hækka.
Maturin ávirkar umhvørvið
Umhvørvið í hesum heimspartinum verður eisini ávirkað av, hvat fólk
vilja hava at eta. Ein stórur partur av burgarunum, sum verða seldir
í USA, er úr kjøti úr Miðamerika. Har verður regnskógur høgdur,
og í staðin verður beitilendi til neyt. Onkur hevur roknað út, at fyri
hvønn burgara við 250 g av neytakjøti úr Miðamerika, hvørva 18 m
2
av
regnskógi med alla. Ríkidømið í USA kann so statt ávirka umhvørvið í
øllum heimspartinum og kanska í øllum heiminum.
Í Los Angeles og har um leiðir fara
motorvegir í hópatali í allar ættir. Allir
hesir bilarnir elva til álvarsama luftdálking.