Landafrøði 3 - page 113

SUÐURAMERIKA
113
Har vóru millum annað góðir vegir, brýr og vatningarskipanir. Til at
fáa vørur og boð skjótt fram var ein skipan av boðberum, sum runnu
úr einum staði í annað í hesum stóra ríkinum. Meginparturin av
fólkinum var bøndur, sum millum annað veltu epli og mais á bríkum
í fjallalendinum. Summi vóru dugnaligir handverkarar, og onnur
arbeiddu í gull-, silvur- og koparnámunum.
Machu Picchu
Í 1530-árunum gjørdu spaniólar innrás í Inkaríkið og hertóku landið.
Tað var viknað av innanhýsis ósemjum, og hertøkan elvdi til, at
inkamentanin syndraðist. Nógv fólk doyðu, býir vórðu lagdir í oyði, og
bríkar og vatningarskipanir fóru fyri skeyti. Næstan 400 ár seinni varð
ein gloymdur býur funnin aftur uppi á einum fjalli. Nú varð býurin
nevndur Machu Picchu. Áðrenn býurin varð avtoftaður, var hann
bústaður hjá teimum seinastu inkakongunum. Tað var so mikið torført
at sleppa til býin, at spaniólar ongantíð funnu hann.
Tann forni býurin Caral
Í Peru funnu tey í 1905 ein avtoftaðan bý, sum eitur Caral. Leingi varð
hildið, at býurin stavaði frá ár 1.500 fyri Krist. Nú verður hildið, at hann
er eldri, kanska 4.600 ár. Har hava tey funnið seks pýramidur, tvey tempul
og nøkur sethús. Granskarar halda, at minst 3.000 fólk búðu í býnum. Tey
mundu helst liva av t.d. bønum og avokado, sum tey kundu skifta um við
fisk og skeljadýr úr sjónum, einar 20 kilometrar haðani.
Suðuramerika verður hertikið og gjørt til hjáland
Fyrst í 16. øld komu spaniólar og portugisar og hertóku Suðuramerika.
Hetta broytti lívið hjá fólkinum fullkomiliga.
Spaniólar fingu ræðið á tí størsta partinum. Við fáum undantøkum
kom restin undir portugisiskt vald. Inkaríkið syndraðist, ogmilliónir av
suðuramerikanarum doyðu av krígsávum og sjúkum ella í námunum,
har tey vórðu noydd at grava eftir gulli og silvri til teir evropeisku
valdsharrarnar.
Fólkið í Suðuramerika gjørdist ógvuliga fátækt, samstundis sum alt
gullið og silvrið gjørdi Evropa ríkt. Ein tann størsti og týdningarmesti
býurin í Suðuramerika varð Potosí í núverandi Bolivia. Har er tað
silvurnámið, sum tá á døgum var tað størsta í heiminum.
I...,103,104,105,106,107,108,109,110,111,112 114,115,116,117,118,119,120,121,122,123,...172
Powered by FlippingBook