114
SUÐURAMERIKA
Trælir, indianarar og hvít yvirstætt
Longu í 16. og 17. øld fluttu spaniólar og portugisar í hópatali til Suður
amerika. Í meiri enn 300 ár vórðu harumframt trælir í milliónatali
førdir hagar úr Afrika. Trælirnir komu einamest til teir norðaru og
eystaru partarnar av Suðuramerika. Frá miðju 16. øld til seinast í 19.
øld vórðu um leið 3,5 milliónir fólk úr Afrika flutt til Brasil. Fyri ta tíð
búðu einans um leið 300.000 fólk í hesum økinum.
Tey hvítu fólkini úr Evropa gjørdust ein yvirstætt í øllum Suður
amerika. Upprunafólkið, indianararnir, og afrikanararnir vórðu fátæka
undirstættin.
Fólkið sum nærum doyði út
So skjótt sum evropeararnir í 16. øld vóru komnir til Suðuramerika,
minkaði talið á upprunafólki í stórum, kanska viðumleið90prosentum!
Tey upprunaligu fólkini doyðu bæði av tí ræðuligu viðferð, sum tey
fingu, og av sjúkum, sum evropeararnir høvdu við sær heimanífrá.
Hildið verður, at tað um ár 1500 búðu um leið 12 milliónir fólk í tí
mittasta partinum av Inkaríkinum, sum er hálendið í núverandi Peru
og Bolivia. 150 ár seinni var ikki meira enn ein millión eftir.
Fólkatalið fór so smátt at vaksa aftur, men tað vardi fleiri hundrað
ár, til tað var líka stórt sum tað hevði verið, áðrenn evropeararnir komu
og hertóku landið.
Quechua-indianarar við lamum í Quero,
høgt uppi í Andesfjøllunum í Peru. Staðið er
eina dagsferð frá nærmasta vegi.