Landafrøði 3 - page 120

120
SUÐURAMERIKA
Bæði høgt og lágt
Vanliga verður sagt um Suðuramerika, at har eru 3 stór øki við láglendi,
3 øki við hálendi og ein stór fjallarøð.
Andesfjøllini – ryggurin á Suðuramerika
Tann langa fjallarøðin í Suðuramerika eitur Andesfjøll og røkkur allan
vegin fram við vesturstrondini. Tann hægsti tindurin, Aconcagua, er
næstan 7.000 metrar høgur. Bara í Asia eru hægri tindar enn her.
Ofta eru jarðskjálvtar í Andesfjøllum, og har eru nógv gosfjøll.
Eldgos hava verið fleiri ferðir í 20. øld.
Eitt ógvisligt eldgos
Í Kolumbia eitur hægsta gosfjallið Nevade del Ruiz. Tindurin, sum
er meiri enn 5.000 metrar høgur, liggur undir einum tjúkkum lagi av
kava og ísi. Tann 13. november í 1985 var eldgos har. Guva og heitt
tilfar innan úr jørðini gjørdu, at kavin og ísurin knappliga bráðnaðu.
Titicacavatnið á markinummillum
Peru og Bolivia er 3.810 metrar yvir
sjóvarmálanum. Vatnið er stórt, um leið
6 ferðir so stórt sum Føroyar.
I...,110,111,112,113,114,115,116,117,118,119 121,122,123,124,125,126,127,128,129,130,...172
Powered by FlippingBook