Landafrøði 3 - page 125

SUÐURAMERIKA
125
Hesin kaldi havstreymurin ger, at veðurlagið verður turt og ofta kalt.
Tað allarturrasta staðið er norðast í Kili, í Atacamaoyðimørkini. Har
eru støð, har regn aldri er mált. Munurin á hitanum um dagin og um
náttina kann vera 30°C ella meiri.
Ymisk sløg av veðurlagi har suðuri
Tess longri frástøðan til miðkringin verður, tess størri eru hitamunirnir,
sum árið líður. Partar av Argentina og Kili hava
temprað veðurlag
við
fýra árstíðum. Hitin og avfallið í Buenos Aires er á leið tað sama sum í
Suðurevropa. Men árstíðirnar eru øvutar, so í Argentina er vetur, tá ið
summar er hjá okkum.
Í mittasta parti av Kili er
miðjarðarhavsveðurlag
, har summarið er
turt og heitt, og veturin er lýggjur og slavin.
Tess nærri komið verður Antarktis, kaldari verður. Í Patagonia
sunnarlaga í Argentina er bæði kalt og turt. Har er so at siga allastaðni
steppuveðurlag
, og vøksturin er einamest gras. Sunnast í Patagonia,
eystan fyri Andesfjøll, er so turt, at har er
oyðimarkarveðurlag
. Har er
regnskuggi, tí vesturættin er tann vanligasta her suðuri. Vesturættin
hevur slavna luft við sær úr Kyrrahavinum og verður steðgað av teimum
høgu fjøllunum, so at tað regnar vestarumegin, í Kili.
Á suðurendanum er kalt alt árið, hóast sjógvurin ger, at tað ikki
frystir so øgiliga nógv stig. Miðalhitin í Ushuaia, sunnasta býnum í
heiminum, er +9°C heitasta mánaðin (januar) og +1°C í juli.
Í Patagonia sunnast í Suðuramerika
eru bæði hálvoyðimerkur og jøklar.
Myndin er av Perito Moreno í
Argentina.
I...,115,116,117,118,119,120,121,122,123,124 126,127,128,129,130,131,132,133,134,135,...172
Powered by FlippingBook