Landafrøði 3 - page 133

EVROPA
133
Næstan ongar vørur verða gjørdar í Fronskum Gujana.
Har er fiskivinna, og úti við strondina dyrka tey bananir
og sukurrør. Næstan alt, sum fæst til keyps í landinum,
er innflutt, meginparturin úr Fraklandi. Arbeiðsloysið er
stórt, men nógv vóna, at vaksandi ferðavinna fer at skapa
arbeiðspláss. Tað, sum kann draga ferðafólk hendan
vegin, er fyrst og fremst náttúran: Har eru 1.300 sløg
av trøum, 190 sløg av súgdýrum, 720 fuglasløg og 480
fiskasløg.
Á trimum oyggjum úti fyri strondini á Fronskum Gujana
var til 1953 ein illa gitin revsilega. Tann størsta oyggin
eitur Djevlaoyggin. Í 100 ár sendi hjálandaveldið
Frakland 75.000 revsifangar út hagar. Talan var um
brotsmenn, landasvíkjarar og herrýmingar. Einans trý
prosent av teimum komu frá teimum ræðuligu korunum
á lívi.
95 prosent av lendinum í Fronskum Gujana er
regnskógur, ið er ein tann fremsti í heiminum, tá
ið talan er um lívfrøðiligt margfeldi. Gullmálmur
er at finna í skóginum, men tað er torført at
útvinna hann, tí har eru næstan eingir vegir.
Franska Gujana hevur einki vegasamband
við grannalondini Surinam og Brasil. Á
marknastøðunummugu ferðandi fara við báti
tvørtur ummarknaráirnar.
I...,123,124,125,126,127,128,129,130,131,132 134,135,136,137,138,139,140,141,142,143,...172
Powered by FlippingBook