Landafrøði 3 - page 126

126
SUÐURAMERIKA
Landbúnaður
Í flestu londunum í Suðuramerika eru nøkur heilt fá fólk, sum eiga
næstan alla landbúnaðarjørð. Á hesum stórgørðunum brúka tey
stórar maskinur, sum gera, at tørvurin á arbeiðsmegi alsamt minkar.
Smábøndurnir mugu royna at klára seg við heilt smáum økrum, og tað
er ikki lætt.
Latifundio og minifundio
Nógv jarðarbrúk eru ómetaliga stór. Ein garður kann vera tríggjar ferðir
so stórur sum allar Føroyar. Slíkir stórgarðar verða nevndir
latifundio
.
Nógv tey flestu búgva tó á smáum gørðum, har akurin neyvan er størri
enn ein fótbóltsvøllur. Slíkir smágarðar verða nevndir
minifundio.
Á stórgørðunum velta tey millum annað hveiti, mais, soyabønir, jútu
og bummull. Nógvir teirra eru á stóru grasfløtunum, har ikki er ov
turt. Serliga á Pampas eru nógvir stórir garðar.
Á teimum smáu gørðunum dyrkar hvør familja ymiskt, sum henni
tørvar av mati. Harumframt royna tey at velta slíkt, sum tey kunnu
selja á torginum. Indianskir bøndur dyrka hveiti og velta epli heilt uppi
í 4.000 metra hædd.
Stórar inntøkur av gróðrarlundum
Í hjálandatíðini gróðursettu evropearar plantasjur um alt
Suðuramerika. Av tí, at tað vóru trælir, sum arbeiddu har, kundu tey á
Jarðarbrúkini í Suðuramerika kunnu
vera sera smá, men eisini ovurstór. Her
eru hveitiakrar í Paraná í Brasil.
I...,116,117,118,119,120,121,122,123,124,125 127,128,129,130,131,132,133,134,135,136,...172
Powered by FlippingBook