SUÐURAMERIKA
127
hesum stórgørðunum hava sera bíliga framleiðslu av vørum, sum vórðu
útfluttar til Evropa, t.d. kaffi og sukur.
Gróðrarlundirnar hava framvegis stóran týdning fyri búskapin
í nógvum londum í Suðuramerika. Har dyrka tey kaffi, bananir og
sukur. Ein stórur partur av sukurframleiðsluni, fyrst og fremst í Brasil,
verður nú á døgumnýttur at gera etanol, ið verður brúkt sumbrennievni
til bilar. Kaffiútflutningur er týðandi inntøkukelda, serliga í Brasil og
Kolumbia. Men tey fátæku fólkini í hesum londum fáa sjáldan gleði
av inntøkunum av kaffisøluni. Arbeiðsfólkini í kaffiplantasjunum
fáa lítla løn, hóast tey mugu arbeiða leingi og hart. Ofta fáa tey eisini
skaða av vandamiklum eiturevnum, sum verða nýtt nógvastaðni. Tá
ið útflutningurin av kaffi veksur, gagnar tað teimum, ið eiga tær stóru
gróðrarlundirnar, men hinvegin er tað ofta verri fyri smábøndurnar,
ið leiga jørðina. Øktur eftirspurningur eftir kaffi ger, at teir stóru
ognararnir ofta fara at vaksa um sínar gróðrarlundir, og tað ber í sær, at
smábøndurnir verða trokaðir burtur og mugu lata ta leigaðu jørðina frá
sær. Fyri at uppihalda sær og familjuni mugu teir flyta til býirnar, har
flestu teirra gerast enn fátækari.
Stórir garðar við húsdýrum
Inni í landinum í Pampas er veðurlagið turt. Har er landslagið eyðkent
av stórum gørðum, sum hava stórar víddir til beitilendi. Summir av
hesum gørðum, ið eisini verða nevndir ransjir, hava tíggjutúsundtals
neyt gangandi á beiti. Kjøtið verður flutt út til allan heim.
Á háslættunum, altiplanos, sum eru í fleiri túsund metra hædd, eru
víðar grasfløtur, har seyður og lamur ganga á beiti.
Kokarunnurin – væl umtóktur og vandamikil
Í fleiri hundrað ár hava tey í Suðuramerika dyrkað kokarunnar. Bøndurnir
nýta bløðini sum heilivág móti svongd, møði ella hæddarsjúku. Tað sigst,
at kokabløð í fyrstuni vórðu koyrd í leskidrykkin Coca Cola.
Kokabløðini kunnu eisini verða nýtt sum rávøra at framleiða rúsevnið
kokain. Kokarunnurin er vælumtókt grøði hjá nógvum bóndum í
Suðuramerika. Hann veksur væl, bløðini eru løtt at flyta á marknaðin,
og hann kastar meiri av sær enn onnur grøði. Men tey, sum keypa
kokabløðini, forvinna tó mangt slíkt. Keyp og søla av kokabløðum hevur
elvt til ófatiligt ríkidømi hjá summum. Men tað hevur eisini havt við
sær bardaga og stríð um vald, serliga í Kolumbia, Peru og Bolivia. Av
hesum verður meginparturin av fólkinum har fátækari og ótryggari, og
samstundis hendir tað, at milliónir av fólki kring heimin gerast bundin av
kokain. Men tað er torført at fáa fátækar bøndur at velta aðra grøði, sum
er verri at fáast við, og sum teir forvinna nógv minni av.
Vistfrøðiligar kaffibønir verða
heystaðar í San Lucas Toliman í
Guatemala.