118
SUÐURAMERIKA
Niðursetufólk í regnskóginum
Meginparturin av tí ómetaliga stóra regnskógarøkinum inni í landinum
í Suðuramerika hevur leingi verið strálbygt. Áður búðu bara einstakir
bólkar av indianarum í regnskóginum. Indianararnir liva mest av at
veiða dýr og henta villar plantur.
Men síðan 1960-árini eru nógv fólk flutt til regnskógarøkið. Vegir
eru bygdir, og fólk hava fingið fíggjarligan styrk at velta øki, sum áður
vóru regnskógur. Soleiðis hava eisini fátæk fólk fingið atgongd til jørð
at velta. Men jørðildið er ikki væl egnað at velta nakað í, og tey fáa lítið
burturúr.
Regnskógur verður eisini høgdur fyri at útvega beitilendi til neyt,
sum ríkir stórbøndur ella fyritøkur eiga. Ein onnur orsøk til, at regn
skógur verður høgdur, er, at viðurin er sera virðismikil.
•
Hvussu heldur tú, at vegir og skúlar bæði kunnu vera ein hóttan og ein
møguleiki hjá fólkum, sum hava livað avbyrgd í Amasonøkinum ella
aðrastaðni, har tað er torført at ferðast til og frá?
?
Amazonøkið er veldiga stórt, og har
liva nógv ymisk indiansk fólkasløg við
ymiskummálum og mentanum. Her
er ein familja úr yanoamofólkinum
í Brasil.