Landafrøði 3 - page 111

SUÐURAMERIKA
111
Í teimum stóru býunum í Suðuramerika
eru veldiga stórir fátækrabýlingar.
Teir verða ofta bygdir í brattlendi, sum
eingin annar skoytir um. Myndin er úr
Caracas í Venesuela.
fronsk hjálond. Umframt næstan alt Suðuramerika fevnir Latínamerika
eisini um londini í Miðamerika, Meksiko og tær flestu oyggjarnar í
Karibiahavi.
Hvør hevur rætt til Falklandsoyggjarnar
Í Atlantshavi, um leið 500 kilometrar úr Argentina, eru Falklandsoyggjar­
nar, ella Malvinas, sum tær verða nevndar í Argentina. Á hesum fjarskotnu
oyggjunum búgva einans um leið 2.000 fólk. Í 1982 brast kríggj á millum
Bretland og Argentina um rættin til oyggjarnar.
Í einum tíðarskeiði fyrst í 19. øld hevði Argentina ræðið á oyggjunum,
men tann enski flotin vann tær í 1833. Síðan tá eru oyggjarnar stjórnaðar
úr Bretlandi. Meginparturin av fólkinum er ættaður úr Bretlandi. Men
Argentina hevur ongantíð góðtikið at hava mist oyggjarnar. Í 1982 komu
argentinskir hermenn brádliga í land og vundu argentinska flaggið á
stong í høvuðsstaðnum Stanley. Bretland svaraði aftur við hermegi og tók
skjótt oyggjarnar aftur.
Men hvør hevur rætt til oyggjarnar, og hvør skal avgera tað? Spurning­
urin er komin fram aftur í sambandi við, at olja er funnin nærindis
Falklandsoyggjunum. Í 2013 var ein fólkaatkvøða, um oyggjarnar skuldu
halda fram at hoyra til Bretlands. 98,8 prosent atkvøddu fyri, og bara
3 atkvøður vóru ímóti. Argentina sýtir tó framvegis fyri at góðtaka, at
Falklandsoyggjarnar skulu vera bretskar, og at fólkið í oyggjunum skal
vera við til at taka nakra avgerð.
I...,101,102,103,104,105,106,107,108,109,110 112,113,114,115,116,117,118,119,120,121,...172
Powered by FlippingBook